Magni Høgnesen og Jóhan Dávur Højgaard

Tveir leikarir hava skriva undir

Í gjár skrivaðu tvier leikarir undir sáttmála fyri komandi kappingarár.
Talan er um 21 ára gamla Sveinur Justinussen og 32 ára gamla Magna Høgnesen.

Sveinur er gøtumaður, og hevur leikt við næstbesta liðinum hjá Víkingi tey seinastu árini, og hevur tí seinastu tíðuna vant og leikt venjingardystir við B68.

Magni Høgnesen er úr Leirvík, men hevur seinastu árini búð í Danmark. Seinasti skrásetti dysturin í Føroyum hjá Magna Høgnesen, er afturi í 2006, og tá leikti hann við LÍF, men nú ger hann comback í Føroyskum fótbólti.

Vit ynskja teimum vælkomnar til B68, og bestu eydnu í komandi kappingarár!

Koyr á B68!