Tvær úr B68 á U17

Í døgunum 5. til 13. apríl fer føroyska U17-landsliðið við gentum til Bulgaria, har tær skulu taka lut í UEFA Menningarkapping. Umframt Føroyar og vertslandið, vera Estland og Serbia eisini við í kappingini. Úr B68 er tveir leikarar úttiknir og tær eru Eyðgerð Mikkelsen, sum er málverji og Rúna Olsen.

- Eg kenni ikki so nógv til hini londini. Tó siga mínar royndir, at vit eru á umleið sama støði sum Estland, sigur Jan Mølvad Lursen, landsliðsvenjari við heimasíðuna hjá FSF, og leggur afturat, at hetta verður fyrstu ferð, at fleiri av gentunum skulu spæla á heilum vølli, og at tað eisini verður ein avbjóðing.

Her frá ynskja vit Eyðgerð og Rúnu hjartaliga til lukku við úttøkuni, og góða eydnu í kappingini.

Koyr á B68

(Kelda: FSF)