Tríggjar úr B68 á U17

Jan Mølvad Laursen, venjari hjá føroyska U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 18 spælarar til UEFA menningarkappingini, sum verður í Norðurírlandi frá 11. til 15. apríl.

Úr B68 eru tríggjar úttiknar, og talan er um Lenu Olsen, Eyðbjørg Jacobsen og Eyð Knudsen. Hesar tríggjar eru allar úr árgangi 2002, og umframt at leika við U18 hjá B68, leika teir eisini við B68, sum leikar í Betru Deildini hjá kvinnum. Hesar gentur vóru eisini við U17 gentu liðinum, sum tey flestu longu vita, vann greipuna í fjør.

Eyðbjørg Petersen og Lena Olsen hava báðar tvær áður leikt á U15 landsliðinum. Tað var í 2016, har leikt var í Lettlandi, og har mótstøðuliðini vóru tey 3 baltisku londini, Estland, Lettland og Litava. Fyri Eyð Knudsen, er hetta fyrstu ferð at hon er úttikin, og her frá ynskja vit teimum trimum hjartaliga til lukku við úttøkuni, og góða eydnu í kappingini.

Umframt vertslandið og Føroyar, verða Kosovo og Luksemborg eisini við í kappingini. Føroysku genturnar leggja fyri ímóti Luksemborg mikudagin 11. apríl. Tveir dagar seinni er Kosovo mótstøðuliðið, meðan seinasti dysturin verður sunnudagin 15. apríl, tá Føroyar og Norðurírland spæla.

Koyr á B68