291201 Mascot vann aftur

Tað var ein errin og ikki sørt rørdur Sigurd Joensen (Sigurd hjá Lenu), sum fríggjakvøldið tók ímóti fína steypinum í KÍ-høllini, eftir at manningin á Mascot annað árið á rað hevði vunnið fótbóltskappingina fyri sjómenn.

Steypið og heiðursmerkini vórðu handað í sambandi við 90 ára borðhaldið hjá Fiskimannafelagnum, har ikki minni enn 300 sjómenn sótu til borðs.

Fótbóltskappingin fór fram í KÍ-høllini í Klaksvík allan fríggjadagin. Tað er altíð torført at vera favorittar, og øll hini liðini fylgdu sera væl við, hvussu leikur fór í dystunum hjá Mascot. Tað var týðiligt, at menn løgdu alla orku í tá teir møttu meistarunum frá í fjør.

Men í finaluna kom Mascot, og hesaferð spældu teir finaluna móti trolbátinum Varðanum av Viðareiði. Varðin var frammanfyri, til hálvur minuttur var eftir. Tá kom forloysandi málið. Og í longdu leiktíðini fekk Mascot "gylta málið", og so var kappingin avgjørd.

Triðja plássið fekk línuskipið Morgunstjørnan av Eiði.

Hetta er triðju ferð klaksvíkingar skipa fyri fótbóltskappingini fyri sjómonnum. Undirtøkan er vaksin hvørja ferð. Fyrstu ferð vóru 80 mans við, í fjør vóru 170 og hesaferð vóru 270 mans við í kappingini.

Í innleiðandi umfarinum varð kappast í átta bólkum. Hvør dystur vardi í fimm minuttir.

Við á vinnandi liðnum hjá Mascot vóru: Olaf Højgaard, Tummas Lind, Jóhan Dávur Højgaard, Johan Edvard Fuglø og Sigurd Joensen liðformaður.

Hjartaliga tillukku. Flott avrik.

281201 Nýggjársnátt á Svangaskarði

Á Toftum verður aftur hesaferð nýggja árið fagnað við einum serligum tiltaki, sum B68 skipar fyri.

Um midnáttarmundið mánakvøldið, tá guðstænastan er av, verður kyndlagonga frá Fríðrikskirkjuni oman á havnalagið á Toftum.

Umleið klokkan eitt byrjar so tiltakið "Nýggjársnátt á Svangaskarði", har nógvur felagssangur er á skránni. Undirspælið hevur John Mortensen. Ymist annað fer eisini at henda. Eitt nú fer Andreas Andreasen, Andreas hjá Marnu, sum vaks upp á Toftum í seksti- og sjeytiárunum, at hugleiða um heimstaðin fyrr og nú. Og Robin Eysturoy, sum eisini er ættaður av Toftum, fer at framføra ymsar sangir saman við sínum guitara. Sangurin um Jancy, sum er vorðin ein landaplága á Toftum, er sjálvskrivaður á skránni. Robin er júst í hesum døgum í ferð við at taka upp til eina fløgu, so hann er í løtuni topptrimmaður.

Lutaseðlasølan hjá B68 endar á nýggjárinum og á samkomuni hava fólk seinasta møguleikan at keypa lutaseðlar, tí drigið verður á samkomuni nýggjársnátt. At vinna eru føroyskt lambskrov, íslendskt lambskrov, 25 kilo av grind og spiki, 1.000 krónur á gávukorti frá Pidda, 1.000 krónur av olju frá Shell og fimm ferðir 100 krónur av olju frá Statoil.

Og ikki minst kunnu vit gleða okkum til, at Vernar fer at borðreiða við onkrum góðum til matna, so fólk hava kreftir at syngja við í felagssanginum.

Atgongugjaldið til "Nýggjársnátt á Svangaskarði" er 50 krónur.

221201 Futte verður nú ZIG-ZAG

Tá B68-báturin Futte fer á sjógvin aftur fyrst í februar mánað, verður taðvið nýggjum navni. Futte er broytt til ZIG-ZAG. Hetta er eitt heilt serligtnavn á Toftum, tí fyrsta fótbóltsliðið í bygdini varð kallað ZIG-ZAG eftirfyrsta bóltinum teir áttu. Hendan bóltin brúktu teir í fleiri ár.

Báturin hevur longu verið til sera stórt gagn fyri felagið. Hannvarð keyptur at sigla spælarar, sum búgva ella arbeiða í høvuðsstaðarøkinum,aftur og fram millum Sund og Oyrahavnina. Tað tekur átta minuttir frá tíbáturin er leysur á Toftum, til hann er á Sundi. Og teir siglandispælararnir eru væl nøgdir. Tað tekur lítið meira enn fimm minuttir at koyravið bili niðan á Sund, og so kunnu teir hvíla seg umborð meðan siglt verðurtil og frá venjing.

Sig so tað at nógv umtalaða havnin á Sundi ikki verður brúkt. B68hevur í øllum førum fingið stórt gagn av henni!

FD 917, ella ZIG-ZAG, fer sum sagt á sjógvin aftur fyrst í februarmánað, tá venjingin byrjar aftur. Hesa tíðina báturin hevur verið uppi,hevur hann skift lit. Hann var gráur og hvítur. Nú er hann hvítur allur sumhann er.

B68 keypti bátin í fjørvár frá Benadikt Petersen í Havn, sum sjálvurhevði stoypt skrokkin og gjørt alt arbeiðið umborð. Hetta er eitt vala verk.Báturin er 29 fót langur og maskinan er ein 200 hesta Volvo Penta Turbo.Futte var upprunaliga navnið á bátinum.

Hóast navnabroyting, verður skiparin á ZIG-ZAG tann sami. Trúfastiskiparin, Pauli R. Petersen, fer aftur komandi kappingarár at føra spælararnar aftur og fram millum Toftir og Sund.

 

 

 

 

 

131201 Jan prýðir Fótbóltin ´01

Forlagið Ítróttarbøkur hjálpir okkum enn einaferð at minnast fótbóltsárið ið fór. Føroyskur fótbóltur 01 - í orðum og myndum verður nú at fáa í handlunum.

Og tað er ikki hvør sum helst sum prýðir forsíðuna á bókini. Verjukempan hjá B68, Jan Petersen, prýðir forsíðuna saman við tveimum øðrum úrmælingum, Jákupi á Borg og John Petersen úr B36. Hesir tríggir høvdu eitt gott kappingarár. Jákup og John sum føroyameistarar og Jan sum bronsuvinnari. Hóast Jan Petersen var skaddur ein part av tíðini, hevði hann eitt gott kappingarár og var tryggur maður á aftasta plássi hjá B68.

Hetta er 10. árið at hendan fótbóltsbókin verður givin út. Hon líkist sær sjálvari. Tikið verður saman um landskappingina farna kappingarár. Landsliðið og Evropa-Cup dystirnir fáa eisini sítt stóra pláss. Og hagtølini eru sum vanligt bæði neyv og sera umfatandi.

At bókin nú kemur út 10. árið á rað er í sær sjálvum eitt bragd, tí aðrar árbøkur hava verið meira ella minni døgnflugur.

Føroyskur Fótbóltur ´01 er 180 síður og kostar 148 krónur. Ein góð jólagáva.

131201 B68 fær danskan áleypara

Tað er nú greitt, at tá Frank Skytte fyrst í nýggja árinum kemur til Toftir sum venjari, hevur hann við sær ein danskan áleypara, sum hann metir fer at styrkja liðið komandi kappingarár. Talan er um 25 ára gamla Anders Nygaard, sum B68 hevur gjørt sáttmála við.

Anders Nygaard byrjaði at spæla fótbólt í Hedehusene. Frank Skytte hevði hann fyrst við sær til Glostrup, har hann spældi í 1999 og 2000 og gjørdist toppskorari í felagnum. Í ár hevur hann so spælt í Hvidovre - hetta seinasta hálva árið sum yrkisleikari burturav. Komandi kappingarár verða tað so B68 og viðhaldsfólkini á Svangaskarði, sum fáa gleði av góðu fótbóltsevnunum hjá Anders Nygaard.

Tað er nú nakað síðani tað var greitt, at ein av áleyparunum hjá B68 í ár verður ikki við komandi kappingarár. Tað er Súni Fríði Johannesen, sum hevur gjørt sáttmála við GÍ.

B68 takkar Súna Fríða fyri tíðina hann hevur spælt á Toftum. Og hvør veit? Kanska verður hann at síggja aftur í reyða búnanum á Svangaskarði fyrr ella seinni.

131201 Skytte: "Eg eri arbeiðsmaðurin"

Simonsen stopper - Skytte kommer." Soleiðis skrivaði eitt av donsku bløðunum, tá tað herfyri kom fram í Danmark, at Frank Skytte gevst sum venjari hjá felagnum hjá Peter Schmeichel, Hvidovre, og komandi ár verður venjari hjá B68 á Svangaskarði. Um sama mundið segði Allan Simonsen føroyskum fótbólti farvæl.

So mikið nógv varð gjørt burtur úr skiftinum hjá Skytte, at tað var høvuðsevnið í ítróttartíðindunum hjá TV2 tað kvøldið tíðindini bórust í Danmark.

Í blaðsamrøðu sigur Skytte, at hann stutt og greitt var vorðin troyttur av at vera venjarin, sum hevði fartelefonina frá undir dysti hjá Hvidovre. Og troyttur av at hon ringdi, tá Jan Sørensen managari, sum sat uppi á áskoðaraplássunum, hevði nýggj boð, sum venjarin á síðulinjuni skuldi fremja í verki.

-Eg havi lært nógv av tíðini í Hvidovre, men nú vil eg aftur sleppa at hava høvuðsábyrgdina og sjálvur taka avgerðirnar. Tað sleppi eg í B68 og tað gleði eg meg nógv til, sigur Frank Skytte.

Avloysarin hjá Jóannesi Jakobsen sum B68-venjari er 51 ára gamal. Umframt at hava verið tvær ferðir venjari hjá TB á Tvøroyri, var Frank Skytte venjari hjá Kalundborg, Glostrup og seinni var hann venjari hjá Holbæk, sum hann leiddi frá danmarkarseriuni og var tætt við at flyta upp í 1. deild við á sumri 1998.

-Men hví Føroyar, tá superligan kundi verið næsta málið, spyr eitt danskt blað Frank Skytte.

-Tað havi eg ongantíð ætlað mær. Eg eri arbeiðsmaðurin og tað er eingin loyna, at størvini sum venjari fulla tíð eru ikki so nógv í tali í Danmark. Tilboðið frá B68 var spennandi og tí tók eg av. Men tað hevði ikki borið til um eg ikki fekk grønt ljós frá familjuni og frá Hvidovre, sum eg hevði sáttmála við til komandi summar. Familjan kann koma til Føroya at vitja meg einar tvær ella tríggjar ferðir í kappingarárinum.

Eitt blað vil hava at vita, um tað er føroyska náttúran sum dregur.

-Eg leggi einki í náttúruna. Fyri meg er tað er fótbólturin tað snýr seg um, og dygdin á spælinum í Føroyum er rímiliga góð.

Tá Hvidovre herfyri spældi heimadyst móti Kolding, hevði Frank Skytte samstundis sín síðsta dyst sum venjari hjá Hvidovre. Í leikskránni stóð m.a. at lesa:

"Frank har på sin egen umiddelbare stille facon ydet et fantastisk stykke arbejde for klubben. Få trænere lever sig i tilsvarende omfang ind i fodbolden som Frank. Få er i den grad velforberedte som Frank. Få er så velorienteret om dansk fodbold på alle niveauer som Frank. Få er i den grad loyal overfor sine omgivelser som Frank. Intet, absolut intet har været overladt til tilfældigheder når Frank har haft ansvaret for en opgave. Det har ganske enkelt været en fornøjelse at arbejde samman med dig!!!!!"

Vøkur orð um nýggja B68-venjaran. Frank, hjartaliga vælkomin í felagið og vit gleða okkum til kappingarárið 2002!

091201 Kappingarskráin 2002

Skráin fyri kappingarárið 2002 er nú løgd, og bólturin fer á rull 2. mars tá fyrstu innleiðandi dystirnir í kappingini um løgmanssteypið verða leiktir. Fyrsta umfar í 1. deild verður sunnudagin 5. mei, meðan 18. og síðsta umfar verður leygardagin 5. oktober. Seinasti dystur áðrenn summarsteðgin verður 7. juli og byrja verður aftur 4. august.

Sum kunnugt er B68 aftur komandi ár við í Inter Toto kappingini hjá UEFA, og verður fyrsta innleiðandi umfar leikt 22. og 29. juni. Hvat mótstøðuliðið verður fæst ikkigreiða á fyrr enn tær "stóru"

europeisku ligurnar eru lidnar, tvs. einaferð í mei.

Somuleiðis verður nágreiniliga kappingarskipanin fyri føroysku lands- og steypakappingarnar ikki løgd fyrr enn eftir ársskiftið. Vit fylgja gongdini og tá okkurt nýtt er at frætta verður tað sjálvandi at lesa her ásíðuni.

Yvirlit yvir kappingarárið 2002 sæst á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum

031201 Landskappingin 2002

Freistin at tekna lið til landskappingarnar í fótbólti 2002 var úti 26. november. Her er bert talan um landskappingarnar - tvs. 1.-4. deild hjá monnum, 1.-2. deild hjá kvinnum, unglingar, dreingir og smádreingir - og her hevur B68 næsta ár 7 lið tilsamans. Tey eru:

1. deild menn
1. deild kvinnur
3. deild menn
4. deild menn
Unglingar
Dreingir (meistarabólkur)
Smádreingir (økisbólkur)

Sambært yvirlitinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum eru seks feløg - KÍ(!), Fram, Sumba og tey 3 vágaliðini MB, SÍ og SÍF - sum framvegis ikki hava teknað lið til. Skal man taka reglurnar hjá FSF í fullum álvara, so verða hesi feløg ikki við í landskappingini 2002.

Freistin til at tekna lið til 5. menn, 2. deild kvinnur og hinar yngru deildirnar er 1. mars 2002.

 

251101 Nýggjar reglur koma tvørt fyri

Nýggjar reglur hjá FIFA kunnu gera, at ungir føroyskir fótbóltsleikarar, ið fara uttanlands at royndarvenja, ikki sleppa at vísa hvat teir veruliga duga til.

Á fundinum við feløgini fyrr í hesum mánaðinum, legði FSF fram nýggju altjóða reglurnar sum galda, tá spælarar flyta ella verða útlæntir uttanlands. Nýggju reglurnar siga, at fyri at kunna spæla dyst í kapping, má spæliloyvið flytast til útlendska felagið. Men truppuleikin er, at nú kann tað ikki flytast aftur til heimstaðarfelagið fyrr enn eitt ár er farið.

B68-formaðurin Niclas Davidsen heldur, at hetta kann serliga fara at ganga út yvir ungar føroyskar leikarar, ið fara uttanlands at royndarvenja. Við hesum nýggju reglunum fara teir ikki at hava møguleikan at vera við í dysti í kapping, men bara í venjingardysti.

-Tí tað kann bera í sær, at ungir spælarar ikki sleppa at vísa hvat teir veruliga duga. Sjálvsagt fer eingin at flyta spæliloyvið fyri at sleppa at royna seg í einum ella tveimum dystum, og so ikki sleppa at spæla aftur í heimligu kappingini í eitt heilt ár. Tað kunnu hvørki spælari ella felagið heima liva við, sigur B68-formaðurin.

Spælarar úr B68 hava fleiri ferðir verið uttanlands og royndarvant. Hetta hava teir havt stórt gagn av og tað er eisini komið felagnum til góðar, tí slíkur túrur gevur íblástur.

Nýggju FIFA-reglurnar, sum komu í gildi 1. september í ár, bera somuleiðis í sær, at tað verður torførari tá útlendskir spælarar koma til Føroya. Fyri at kunna vera við í landskappingini, skal spæliloyvið sjálvsagt vera flutt til Føroya. Men so er spælarin eisini bundin at felagnum í eitt heilt ár, sjálvt um felagið ikki skuldi havt brúk fyri viðkomandi spælara kortini.

Á fundinum heitti FSF á feløgini um at vera varin tá spælarar fara uttanlands ella útlendingar koma higar í vetur.

171101 Arnold heldur fram í B68

Tann sera kviki klaksvíkingurin Arnold Joensen verður við B68 aftur næsta kappingarár. Hann spældi alt hetta kappingarárið við B68 og hann og felagið hava nú gjørt nýggjan sáttmála fyri komandi kappingarár.

Tað er ikki ov nógv sagt, at Arnold er ein sannur fongur. Í dystunum í ár var hann nógv við í spælinum í høgru síðu, og hann skapti nógv frameftir. Ikki minst hornaspørkini hjá Arnoldi volda verjum og málmonnum stórar trupulleikar. Eitt nú í dystinum móti NSÍ á Toftum fór eitt hornaspark, umvegis eitt NSÍ-bein, beinleiðis í málið hjá Jens Martini.

Arnold Joensen fyllir 27 ár 11. desember. Hann er ein royndur harri. Hann var við KÍ, tá teir gjørdust føroyameistarar í 1991 - fyri fyrstu ferð síðan 1972.

Og okkara egni Øssur Jacobsen, sum í summarsteðginum fór til B36, verður við aftur í álopinum hjá B68 komandi kappingarár.

Vit gleða okkum at síggja bæði Arnold og Øssur á vølli komandi kappingarár saman við øllum hinum.

161101Nýggjur hjálparvenjari

1. deildarliðið hjá B68 fær nýggjan hjálparvenjara komandi kappingarár.

Hjálparvenjari hjá Frank Skytte verður B68-veteranurin Ingolf Petersen. Hann royndi seg fyrstu ferð sum hjálparvenjari í ár og tað var hjá NSÍ. Ein eitt ára sáttmáli er gjørdur við Ingolf, sum fyrr hevur vant ungdómslið hjá B68.

Ingolf Petersen skal harumframt venja 3. deildarliðið hjá felagnum. Kjartan Nesá, sum í ár var høgra hond hjá Jóannesi Jakobsen og vandi 3. deild, heldur fram sum málmansvenjari í felagnum.

051101Frank Skytte til B68

Sum vit søgdu herfyri, so verður Frank Skytte venjari hjá B68 næsta ár.

Frank Skytte byrjaði sum venjari hjá Hvidovre 1. juli 2000 og skuldi verða í felagnum til 30. juli 2002. Men eftir at hann hevði gjørt sáttmála við B68, bað hann um at verða loystur úr venjarastarvinum í Hvidovre. Nú stendur at lesa á Hvidovre fansíðuni, at Skytte verður loystur úr starvinum í Hvidovre um ársskiftið, og at hann fer at halda fram í B68.

Í samrøðu við heimasíðuna hjá Hvidovre, sigur Jan Sørensen, managarin í felagnum, at Frank Skytte hevur verið ein góður maður fyri Hvidovre, og hann harmast um at hann fer. Nú má felagið finna sær ein avloysara fyri Skytte.

"Tað skal verða rætti maðurin til starvið. Gerst tað neyðugt, verði eg sjálvur venjari í eitt hálvt ár, til vit hava funnið rætta avloysaran fyri Skytte", sigur Jan Sørensen.

021101Øssur Hansen heimaftur

Øssur Hansen verður aftur í reyðu B68-troyggjuni næsta kappingarár.

Síðan summarsteðgin í Føroyum, hevur Øssur spælt við B93, sum spælir í 1. deild í Danmark. Tað gekk væl hjá honum. Hann var blivin fastur maður á liðnum í vinstru síðu. Men B93 er komið í fíggjarligar trupulleikar. Tað hevur borið í sær, at allir spælararnir, sum hava verið løntir fulla tíð, eru farnir niður í hálva tíð og skulu hava arbeiði við síðuna av fótbóltinum.

Øssur Hansen gjørdi av at gevast í B93, og hann og familjan eru nú komin heimaftur. Tá venjingin í B68 byrjar 1. februar undir leiðslu av Frank Skytte, verður Øssur aftur millum spælararnar á Svangaskarði.

Væl heimaftur komin Øssur!

291001Ársins leikari 2001

Í gjárkvøldið vórðu ársins leikarar hjá kvinnum og monnum valdir á stórum fótbóltsgalla á Platform í Havn. Hetta fór fram á tann hátt, at umboð fyri liðini í 1. deild og fjølmiðlarnar hava atkvøtt, og fyrst vórðu tey trý sum høvdu fingið flestar atkvøður í hvørjari "kategori" kunngjørd, og síðani vinnarin. Á pallinum varð boðað frá, at hjá monnunum lógu fýra mans á odda í atkvøðum - tveir vóru javnir á triðja plássi.

Og tá navnið á ársins leikara 2001 kom úr brævbjálvanum, var tað liðformaðurin hjá B68, Fróði Benjaminsen, sum fekk hendan stóra heiður. Hann gjørdist ársins leikari í kapping við Jákup á Borg, Heðin á Lakjuni og John Petersen, allir úr B36. Flott avrik. Hjartaliga tillukku Fróði.

Nú er sjón fyri søgn, at tað ikki bara eru B68-viðhaldsfólk sum hava lagt til merkis, hvussu væl upplagdur Fróði Benjaminsen hevur verið á miðvøllinum hjá B68 í ár. Hann hevur havt eitt sera gott kappingarár. Hann var somuleiðis á triðja plássi á máltindinum við 13 málum.

Tað vóru liðskiparar og venjarar hjá liðunum í 1. deild, sum saman við fjølmiðlunum atkvøddu um ársins leikara og um hini heitini, sum eisini vórðu avdúkað í gjárkvøldið.

Eisini hjá kvinnunum vóru B68 leikarar millum tær bestu. Ársins leikari hjá kvinnum gjørdist Kristina Eyðbjørnsdóttir úr KÍ, sum somuleiðis var toppskjútti hjá kvinnunum. Her var Oddvá Kristiansdóttir millum teir tríggjar leikararnar, sum høvdu flestar atkvøður, og í kappingini um at gerast ársins stjørnuskot hjá kvinnum var Mary Ann Isaksen millum tríggjar tær bestu. Hesin heiður fór tó til Randi Wardum úr HB. Vit ynskja tó Oddvá og Mary Ann tillukku. Flott flott.

Toppskjútti hjá monnum var Helgi L. Petersen úr GÍ, Jens Martin Knudsen úr NSÍ varð ársins málmaður, ársins stjørnuskot gjørdist Jón Rói Jacobsen úr HB og ársins venjari hjá monnum gjørdist Johan Nielsen úr GÍ og hjá kvinnum Jón Harald Poulsen úr KÍ. Eisini her var B68 umboðað á ovastu rók, tí Petur Thomsen, venjari hjá B68-kvinnunum, var millum teir tríggjar, sum fingu flestar atkvøður.

Eitt flott punktum fyri kappingarárið 2001.

Vit ynskja øllum vinnarunum tillukku.

051001Niclas 45 ár

Sum fleiri kanska vita, so er ein stórur føðingardagur á Toftum í dag. Tað er formaðurin hjá B68 í nógv ár - Niclas Davidsen - sum fyllir 45 ár.

Har verður tó neyvan gjørt nakað serligt burtur úr í dag, av tí at Niclas í løtuni er staddur í Slovenia við A-landsliðnum. Og um Niclas sjálvur slapp at bestemma, so hevði hann nokk valt at lata dagin fara friðaliga afturum, tí er tað nakað sum Niclas er kendur fyri, so er tað at gera lítið burtur úr sær sjálvum.

Eitt annað sum sermerkir Niclas er at hann arbeiðir hundrað prosent, ella meira, fyri tí sum hann fer í holtur við. Hetta má sigast at vera nakað sum B68 ofta hevur notið gott av, og var tað ikki fyri honum, so hevði B68 neyvan verið tað sum tað er í dag. Hóast arbeiðsdagarnir hjá Niclasi ofta byrja tíðliga á morgni og ikki eru av fyrr enn langt út á kvøldið, so er altíð ein løta til B68 og tað arbeiði sum har skal gerast - og tað er ikki so lítið. Ikki minst hesi seinnu árini, nú B68 hevur luttikið í Evropa Cup og føroyskur fótbóltur er blivin meira professionellur.

Her kann kanska leggjast afturat, at Niclas eisini hevur havt gott fólk afturat sær, men ofta man hann hava verið drívkraftin aftanfyri, og hansara partur liggur ongantíð eftir.

Hjartaliga tillukku við føðingardegnum og takk fyri alt tú hevur verið fyri B68.

3009011. deild nýggjan venjara

B68 fær nýggjan venjara næsta ár. Á ársveitsluni hjá B68 leygarkvøldið varð kunngjørt, at nýggi venjarin verður danin Frank Skytte. Hann er ikki hvør sum helst í donskum fótbólti. Hann er í løtuni venjari hjá Hvidovre - felagnum hjá Schmeichel, har Óli Johannesen spælir. Hann verður leysur frá Hvidovre 1. februar og kemur tá til Toftir at starvast sum venjari. Umframt at verða venjari hjá 1. deild, skal hann leggja venjingina hjá ungdómsliðunum hjá felagnum til rættis, og sum Niclas sigur, er ætlanin at hann skal geva ungdómsvenjarunum hjá felagnum ein veruligan íblástur. Gjørdur er ein tvey ára sáttmáli við Frank Skytte. Hann hevur verið venjari í Føroyum áður. Tað var hjá TB í 1981 og 1995.

Á ársveitsluni hjá B68 leygarkvøldið takkaði Niclas Davidsen formaður fráfarandi venjaranum, Jóannesi Jakobsen, fyri hesi bæði árini hann hevur verið venjari. Niclas segði, at felagið hevur havt eitt sera gott samstarv við Jóannes Jakobsen.

290901B68 fekk 3. pláss

Í seinastu løtuni tryggjaði Hans Fróði okkara 3. pláss við sínum fyrsta máli í ár. Hetta er tað tað ið vert er at siga um dystin í dag.

Nógvur vindur var í Klaksvík í dag, og gjørdi hetta at ringt var at spæla. Tó royndu bæði liðini, og gjørdu tað til ein javnan dyst. Hálvleikstøðan var 1-1, men skuldi kanska heldur verði 0-0. KÍ fekk mál uppá eitt straffi, ið fá skiltu var dømt, og løtu seinni javnaði Fróði tá nógv hildu hann verða rangstaddan. Seinni hálvleikur byrjaði við at B68 gjørdust 1 maður í yvirtal tá Allan Joensen var útvístur, tó var tað KÍ í hevði spæliyvirvág, og nýttu teir høvi til at leggja seg framum 2-1. Móti endanum av dystinum gjørdist manstali tó javnt aftur tá Marcello var útvístur, og lítla løtu áðrenn dysturin endaði, tryggjaði Hans Fróði okkum tað eina stigi, og harvið 3. pláss í kappingini í ár.

110901Julius samlaði 220 fólk

Julius Olsen er ikki hvør sum helst á Toftum. Tað fingu vit sjón fyri søgn leygarkvøldið, tá hann samlaði 220 fólk til 65 ára føðingardag á Svangaskarði. Flott, flott.

Borðreitt varð við væl smakkandi døgurða, sum bróðurin Vernar hevði gjørt. Fleiri yrktir sangir vórðu sungnir og nógvar stuttligar røður vórðu hildnar, sum lýstu væl føðingardagsbarnið. Vegna B68 gav Niclas Davidsen formaður føðingardags-barninum ein B68-jakka - tað slagið, sum bara venjarar og álitisfólk nýta. Og longu sunnudagin var Julius var í jakkanum til dystin móti B36 í Havn.

Á Toftum er Julius ein bygdarmynd burturav. Tú sært hann í Toftatúni, Hjá Pidda, í Kioskini á Toftagjógv, niðri á Fiskamarknaðinum og aðra staðni.

Men ikki minst sært tú hann uppi á Svangaskarði, har hann møtir upp til hvørja einastu venjing hjá 1. deild. Og áðrenn dyst er tað Julius sum setir hornafløggini upp, og tekur tey niður aftur eftir seinasta dyst. Tá landsdystir eru á grasvøllinum, er tað eisini Julius sum tekur sær av hornafløggunum.

Seinastu tvey árini hevur Julius arbeitt í Stíggjum á Høgabóli, og har dámar honum sera væl. Har eru øll sera glað fyri hann. Sum Hallur Hansen á Stíggjum segði í røðuni leygarkvøldið, so hevur Julius sett futt í øll síðani hann kom inn higar. Ein av teimum sum eru sera glað fyri hann er eiðismaðurin Asbjørn, sum helt røðu leygarkvøldið. Teir báðir hava fleiri ferðir verið í Havn saman.

Tey sum vóru á Svangaskarði leygarkvøldið eru longu farin at gleða seg til næstu ferð Julius fyllir runt.

Tillukku Julius og alt tað besta.

100901Status, nú tað líður móti endanum

Hóast 1. deild hjá monnum tapti í Havn, so liggja teir framvegis nr. 3 og hini úrslitini í 1. deild gera, at tað framvegis eru fimm stig niður til KÍ og VB, sum eru nr. 4 og 5. Tað eru bert trý umfør eftir at leika, so nú eru góðir møguleikar fyri at halda fast í bronsuplássið, tvs. sama úrslit sum í fjør.

Tað gongur eisini væl hjá øðrum liðum. 1. deild hjá kvinnum vann leygardagin móti VB og fóru sostatt framum vágskvinnur í støðuni. Nú tvey umfør eru eftir at leika er B68 sostatt nr. 4. Her skal tó leggjast afturat, at dystirnir B68 kvinnurnar hava eftir at leika eru móti KÍ og B36 (nr. 1 og 2) á útivølli, meðan VB hevur heima- og útidyst móti B71 (suverent vánaligasta lið í 1. deild). Hetta kann gerast ein torfør uppgáva hjá okkara kvinnum, men "Drívi á gentur!!!"

Tað gongur eisini rættiliga væl hjá 4. deild. Teir vóru vesturi í Vágum í gjár og leiktu seinnu semifinaluna í landskappingini, og vunnu teir hana 4-2. Fyrru semifinaluna, á heimavølli, vunnu teir 2-1 og hava sostatt spælt seg í finaluna, sum verður á uttanveltaðum vølli komandi leygardag. Mótstøðuliðið verður HBa, sum í sínari semifinalu samanlagt vann 7-3 móti Skála b.

100901B36 - B68 1-0

B68 tapti ein heldur taman dyst í Gundadali. Úrslitið gjørdist 1-0 aftaná 0-0 í hálvleikinum.

Um dystin sjálvan er ikki nógv at siga. Liðini bæði tóktust at vera nøgd við ikki at tapa dystin; tó var B68 kanska heldur grammari. B36 hevði nøkur skot eftir málinum, sum tó ikki raktu málið; meðan B68 hevði nøkur góð innlegg, sum tó altíð manglaði tað síðsta beini ella høvdi at fáa mál.

Málið hjá B36 kom, tá okkurt um 15 min. vóru eftir av dystinum, tá okkara menn ikki megnaðu at fáa bóltin vekk. Tvær ferðir slapp B36 at spæla útfrá til skot, áðrenn innskifti Áki Mørk setti fótin á bóltin.

290801Øssur skoraði fyri B93

Tað er ikki bara hjá B68 tað gongur væl fyri tíðina. Vit hava frætt at tað gongst rættiliga væl hjá Øssi Hansen, sum í summarsteðginum skifti til danska 1. deildarfelagið B93. Nú fimm umfør eru leikt í landskappingini liggur B93 á 6. plássi og Øssur hevur vunnið sær fast pláss á liðnum. Seinasta vikuskifti kom hann so eisini á málskjúttaralistan, tá hann í útidystinum móti B1909 legði B93 framum 1-0 longu í 7. minutti. B93 vann dystin 7-1.

260801B68 - EB/Streymur 1-0

B68 vann aftur í dag, og liggja nú mitt ímillum 2. og 4. plássi; 5 stig niður, og 6 seks stig upp.

Dysturin sjálvur var ikki nakað at rópa hurra fyri hjá okkum. EB/Streymur legði hart út, og longu í fyrstu minuttunum noyddist Kjartan at finna meistarabjargingarnar fram. EB/Streymur tóktust at verða komnir við málsetninginum at vinna dystin við álopsspæli, og ikki dúga uppá kontra; meðan okkara menn tóktust at hava gloymt hvussu ringt tað var at fáa stigini heim av Eiði; og nýttu teir stórsta partin av fyrra hálvleiki at finna stevið. Hálvleikurin endaði tó 0-0. Í seinna hálvleiki tóktust okkara menn at verða komnir fyri seg, og at hava sett sær fyri ikki at verða rendir um koll aftur. Hetta hevði við sær at seinni hálvleikur gjørdist rættuliga kontantur, har báðir partar komu við meira og meira vøddum, og minni og minni spæli; serliga tað einu løtuna tóktist dómarin at hava mist tamarhaldi á dystinum.

Málið í dystinum kom miðskeiðis í seinna hálvleiki. Messias fær ein langan bólt fram í vinstra borð, sendir væl innfyri, beint í høvdið á Marcello (í fullari ferð).

Alt í alt eitt úrslit í vit skulu verða fegin um, tí EB/Streymur hevði fleiri góðar møguleikar, ið teir við eitt sindur av hepni kundu fingið javnleik við, ella enntá vunnið.

190801B71 - B68 0-5

B68 vann stórt á Sandi í dag. 5 mál høvdu vit fingið tá dysturin varð liðugur, og vit frætta at sigurin kundi lætt havt verði enn størri.

Dysturin byrjaði javnt, kanska við B71 sum spælstýrandi. Vertirnir høvdu nøkur horna og onkur skot eftir málinum, tó uttan at veruligur vandi stóðst burturúr. Tá Marlon so tá um 15 min. vóru farnir smekkaði bóltin upp í málsamankomingina til 1 - 0 kom B68 meira og meira inn í dystin, og tá Fróði og Arnold seinast í fyrra hálvleiki øktu til støðuna 2 og 3 - 0 var lítið og einki eftir hjá vertunum. ì seinna hálvleiki var einvegis ferðsla á B71 málið. Hetta spælið nýtti Fróði til at gerast "hattrick" skjútti, fyrst tá einir 10 min vóru farnir av seinna hálvleiki, og 3 máli tá einir 5 min vóru eftir av dystinum. Sum nevnt kundi sigurin verið enn størri; hetta um menn ikki vóru so sjálvsøgnir tá teir komu fram at málinum. Men við einum 5 máls sigri kann man lata menn royna eitt sindur meira sjálvir.

Sagt verður at alt liðið spældi ein branndyst, men at Fróði við sínum 3 málum tó skaraði framum.

120801B68 vann grannauppgerð

Í gjár vunnu vit grannauppgerðina ímóti NSÍ, og fingu sostatt 3 týðandi stig í áhaldandi stríðnum um heiðursmerkini. Dysturin endaði 2-1 í okkara favør, og má hetta sigast at verða eitt uppiborði úrslit.

Um dystin sjálvan er ikki nógv at siga, av tí at veðrið var ikki til fótbólt. Fitt av regnið var, og serliga í fyrra hálvleiki var nógvur vindur. Einki av málunum komu av beinleiðis álopsspælið, 2 brotsspark og eitt horna. Súni Fríði setti í 5. min. eitt brotsspark í netið. (Neyðugt var hjá einum manni at halda í bóltinum vegna nógva vindin) Einar 5 min. seinni fingu vit enn eitt brotsspark, men hetta bjargaði Jens Martin. Nakað seinni fekk NSÍ eitt brotsspark í teir nýttu til at gera hálvleiksstøðuna til 1-1. Miðskeiðis í seinna hálvleiki sendi Arnold eitt horna tætt inn til málið, bólturin tók í lærið á einum NSÍ'ara og fór í málið til endaliga støðuna 2-1. Um tað spælið ið var skal sigast at NSÍ hevði bóltin heldur meir, serliga í seinna hálvleiki, men at B68 hevði teir vandamiklastu royndirnar. Tó alt í alt ein dystur í helst skjótt verður gloymdur.

130701Kvinnulandsliðið vann gull.

Føroyska kvinnulandsliðið vann í dag gull í fótbóltskappingini á oyggjaleikunum, sum í hesum døgum eru á bretsku oynni Man. Í einari sera spennandi finalu vunnu Føroyar 5-4 á Álandi, eftir longda leiktíð. Ein B68 leikari var í føroyska hópinum, nevniliga Oddvá Kristiansdóttir, og spældi hon allar 120 minuttirnar í dag.

Føroyska liðið fekk eina heldur vánaliga byrjan, tí longu í øðrum minutti av dystinum legði Áland seg á odda, og hóast Helga Ellingsgaard javnaði longu tá einir sjey minuttir vóru leiktir, so kom Áland aftur á odda áðrenn hálvleikssteðgin. Nakað inn í seinna hálvleik øktu álendsku kvinnurnar til 3-1, men føroysku kvinnurnar hildu áfram at berjast fyri tí, og miðskeiðis í seinna hálvleiki gav hetta úrslit tá Rannvá Andreassen minkaði um munin fyri Føroyar. Áland fekk tó eitt mál afturat, og eina løtu sá rættiliga svart út, men útisetarnir Eyðvør úr Dímun og Helga Ellingsgaard, bert 2 minuttir fyri leiklok, syrgdu við hvør sínum máli fyri, at Føroyar komu upp á javnleik 4-4. Í seinasta minutti av dystinum mundi tó enda galið, tá ein av álendsku gentunum gjørdist heilt frí og fekk bóltin fram við Anniku Hansen í føroyska málinum. Á málstrikuni stóð tó KÍ verjuleikarin Ragna Andreassen, sum ikki sá sær onnur ráð, enn at steðga bóltinum við hondini, fyri at forða honum í at fara í málið. Onkur kann kanska halda at tað var eitt sindur býtt av Ragnu, tí hon var sjálvandi rikin av vøllinum og brotsspark var dømt til Áland, men hesuferð var tað tað rætta at gera, tí álendski leikarin sendi brotssparkið á stongina, og tískil var neyðugt við umdysti.

Nú skuldi ein trúð, at tað fór at verða sera tungt hjá føroysku kvinnunum. Tær spældu jú við bert tíggju leikarum, móti teimum ellivu hjá Álandi, men Føroyska liðið stríddist væl, og nakað inn í seinna hálvleik av longdu leiktíðini, skoraði innskifta Malena Josephsen sigursmálið fyri Føroyar, og tá dómarin tíggju minuttir seinni bríkslaði fyri at dysturin var liðugur, kundu útlúgvaðu føroysku kvinnurnar fegnast um, at hava vunnið gullheiðursmerkir, og so enntá fyrstu ferð vit eru við í oyggjaleikafótbólti fyri kvinnur.

Sum sagt spældi Oddvá Kristiansdóttir allan dystin, og eftir tí sum vit hava frætt, stóð hon seg rættiliga væl. Vit ynskja henni hjartaliga tillukku við gullinum.

Til stuttleika kunnu vit at enda nevna, at Føroyar nú hava verið við í oyggjaleikafótbólti tríggjar ferðir. Mennirnir vóru við í 1989 á heimavølli og aftur í 1991, meðan hetta er fyrstu ferð at kvinnurnar luttaka. Og Føroyar hevur vunni gull hvørja ferð :o)

090701Lokeren vann.

Leygardagin spældið Sporting Lokeren seinna dystin í øðrum umfari í Intertoto kappingini móti Zaglebie Lubin, og Lokeren vann dystin 2-1. Til dystirnar móti B68 manglaðu fleiri av bestu leikarunum hjá Lokeren, men teir eru allir við aftur nú, og tað var júst ein av hesum, nevniliga íslendski landsliðsleikarin Arnar Gretarsson, sum í 10. minutti legði Lokeren á odda við einum brotssparki, meðan Papy Kimoto, sum eisini skeyt eitt av málunum á Svangaskarði, økti til 2-0, áðrenn póllendingarnir minkaðu um munin við einum skoti, sum kom í ein verjuleikara á vegnum og tískil snýtti tjekkiska málverjan hjá Lokeren. Men fleiri mál komu also ikki, og Lokeren fer tí víðari til triðja umfar, har teir skulu móta ongun minni enn Newcastle United. Fyrri dysturin verður á heimavølli hjá Lokeren tann 14. juli.

060701Stubbar

Sporting Lokeren, sum herfyri sendi B68 úr Intertoto kappingini, spældi sunnudagin fyrra dystin í øðrum umfari í kappingini. Dysturin var á útivølli móti Zaglebie Lubin úr Póllandi og hann endaði við javnleiki 2-2. Hetta má sigast at vera eitt gott útgangsstøði áðrenn seinna dystin, sum verður í Belgia leygarkvøldið. Vinnur Lokeren dystin, so bíðar ein spennandi uppgáva í triðja umfari. Har er mótstøðuliðið nevniliga Newcastle United úr ensku Premier League.

010701B68 - KÍ 4 - 0

Ein uppiborin sigur. Okkara menn høvdu rættuliga funni fótbóltsáhugan fram í dag. Allir sum ein kempaðu teir fyri liðnum, og sást hetta eisini aftur. Okkara menn høvdu bóltin meginpartin av tíðuni, og tær løturnar KÍ hevði bóltin var press lagt á teir beinanvegin.

Ein sonn frægd at verða til fótbóltsdyst á Toftum í dag. Okkara menn sýndu at teir væl duga at spæla fótbólt, og tað var eyðsýnt beinanvegin at teir ætlaðu at vinna dystin. Og longu í 15 min gav hetta úrslit. Eftir eitt horna setti Súni Fríði høvdið undir bóltin til 1 - 0. Okkara menn hildu áfram at pressa, og beint áðrenn hálvleik var aftur mál. Hesaferð var tað Fróði ið fekk bóltin servaraðan, og við einum kontantum skoti fór bólturin, kanska eitt sindur heppið, undir Meinhardt í KÍ málinum. Vit kundi nú í góðum hýri fara til steðg við 2 - 0 leiðslu. Góða spælið helt fram í seinna hálvleiki, og í 76. min. sendi Arnold eitt horna inn í 5-meturin, fleiri menn fóru eftir bóltinum, sum tó fór framvið øllum og inn í málið. Arnold vísti sostatt hvat "hjørna í mál" týðir. Bert 4 min seinni syrgdi Súni Fríði fyri endaligu støðuna 4 - 0. Av baklinjuni sendi hann ein bólt innfyri, har hann umvegis eitt KÍ bein fór afturum ein hjálparleysan Meinhardt.

Alt í alt ein deilig løta á vøllinum í dag. Skal ein tó koma við einum hjartasuffi, so má tað verða at vit fingu ov nógv "óneyðug" kort. Tó má sigast at við einum sovorðnum stríðsanda ið varð sýndur í dag, má ein vænta at nøkur kort koma. Sjálvur viðgangi eg, at eg nógv heldur vil síggja nøkur kort saman við einum sigri, enn eingin kort saman við einum tapi.

Flott B68, meir av hasum.

280601GÍ - B68 2 - 0

Nú verður ringt hjá okkara monnum ! Dysturin ímóti GÍ var næstan seinasti møguleiki hjá okkum at vísa at vit eru eitt boð uppá toppkandidatar í ár.

Dysturin í Gøtu í gjár var fyri nógv seinasti møguleiki; men hann varð taptur 2 - 0. Tá hetta er sagt, vil eg siga at vit sýndu góðan fótbólthuga, og vóru samanumtiki betra fótbóltliðið. Men GÍ vísti enn einaferð at teir hava framúr góðan stríðsanda, og vita akkurát hvussu hart teir kunnu spæla, uttan at dómarin revsar teir.

Um dystin er at siga at B68 hevði bóltin meðinpartin av tíðini, men dugdu illa at fáa málmøguleikar burturúr. Tó vóru nakrir; Marcelo var 2 ferðir fríur í fyrra hálvleiki; fyrru ferðina, beint sum dysturin var byrjaður, gjørdist hann púra leysur móti málmanninum, men sendi bóltin við síðunar av bæði málmanni og málið; seinni ferð fekk hann ein góðan bólt í høgra borðið nakað uttanfyri 5-meturin, men fekk ikki rættuliga skot á bóltin. Í seinna hálvleiki hevði Súni Fríði eina næska roynd tá hann hegnusliga tamdi bóltin við bringuni, og høgdi til beinanvegin, men bólturin fór beint framvið trýkantinum.

GÍ sýndi, sum vanligt, sterkan stríðsanda, og vóru menn fyri at halda álopinum tá teir koma fram. Fyrra málið kom aftaná hornaspark, tá bólturin, eitt sindur tilvildarligt, endaði fyri føturnar á Óla Hansen, og hann smekkaði bóltin í netið. Seinna málið kom tá Jákup Eli var so óheppin at raka bóltin skeivt, tá hann skuldi senda hann burtur. Bólturin endaði hjá Henningi Jarnskor, sum sendi bóltin framvið Magnus, til endaliga støðuna 2 - 0.

230601Lokeren - B68 0-0

B68 spældið javnt í seinna dystinum móti Lokeren. Hóast Lokeren fekk eitt mál kolldømt í seinna hálvleiki, so var B68 samanumtikið betra liðið.

Í fyrra hálvleiki hevði Øssur Hansen ein "skallara" og Súni Fríði Johannesen ein fluktara, sum kundu givið mál, meðan hvørki av liðunum spældið serliga væl í seinna hálvleiki.

Liðið hjá B68 var hetta: Magnus Poulsen, Jan Petersen, Jákup Eli Olsen, Hans Fróði Hansen, John Heri Dam, Arnold Joensen, Øssur Hansen, Jann Ingi Petersen, Marcello Marcelino, Fróði Benjaminsen, Súni Fríði Johannesen. Eykamenn: Kjartan Nesá, Marlon Jorge, Messias Pereira, Oleif Joensen og Jan Dam.

Ein longri frásøgn frá dystinum kemur seinni. Eisini vera myndir frá dystinum lagdar á síðuna fyrsta dagin.

Our thanks to Filip and Stefaan from Lokeren's homepage for keeping us updated.

230601B68 í Lokeren

Okkara menn fóru mikudagin til Belgia til seinna dystin móti Sporting Lokeren. Meðan teir eru har gista teir á Motel Beveren.

Venjingin byrjaði hósdagin, tá teir vandu bæði fyrrapart og seinnapart á einum av teim 4 vøllunum, hjá Lokeren, uttanfyri stadium. Stadiumsvøllurin verður bert nýttur til kappingardystir. Hetta hevur við sær at vøllurin er í sera góðum standi, t.d. var bert leikt á honum 17 ferðir alt kappingarári í fjør. Okkara menn hava tó verði á honum í gjár (fríggjadag) fyri at kanna/venja umstøðurnar á honum.

Um liðini bæði er at siga at Lokeren spælir við somu manning, meðan ein broyting er á okkara liðið; Jann Ingi spælur frá byrjan í staðin fyri Jan Dam ið fekk ein skaða í knæði undir venjing. Hetta merkir at vit spæla við einari 4-4-2 uppstilling, og sostatt atla at stríðast fyri at vinna dystin, og ikki bara at fáa eitt heiðurligt úrslit. Dysturin verður spældur kl. 20.00 lokala tíð ella 19.00 føroyska tíð.

Vit fara at royna at hava heimasíðuna dagførda meðan dystur er. Eisini ber til at fylgja dystinum á heimasíðuni hjá UEFA

140601FS Vágar - B68 1-6

So kom 3. sigurin í hús; so nú hava vit javnvág í teimum leiktu dystunum. 3 sigrar, 1 javnleik og 3 tap.

Um dystin er at siga at B68 sat á dystinum øllum sum hann var. Serliga í fyrra hálvleiki var hetta sjónligt; menninir spældu elegantan bólt, og broderaðu seg langt fram á FSV hálvuna har tað so var lag á manni at skjóta uppá mál. Einasta málið ið ikki kom á henda hátt var tá John Heri hevði dribla seg aftur á baklinjuna hjá FSV, har hann legði bóltin innfyri og Marcelo kundi seta høvdið undir hann. Aftaná hálvleikstøðuna 5-0 varð roynt við ymiskum útskiftingum, men ikki var sama flog yvir spælið tá; hetta skal tó haldast afturat at vit vóru langt frammanfyri, so ikki var neyðugt at halda áfram við trýstinum. Troystarmálið til FSV kom seint í seinna hálvleiki; FSV sendi eitt fríspark inn í málteigin hjá okkum, og eftir eitt sindur av ping-pong spælið millum okkara menn endaði bólturin inni í egnum málið.

Alt í alt ein deiligur dystur hjá okkum. Gott at síggja at hóast trilvandi byrjan, so hava okkara menn als ikki mist áhugan at spæla bólt.

140601B68 - B36 0-2

B68 tapti enn ein heimadyst! Tíanverri eydnaðist tað ikki nøkrum av heimasíðuvertunum at síggja dystin. So tað einasta vit kunnu siga frá, er tað ið hevur verði frammi í fjølmiðlunum, og søgur vit hoyra frá øðrum. Tá vit ikki meta hetta verða tað vit eiga at bera fram vilja vit bara heilt stutt draga samanum.

Dysturin byrjaði javnt, men aftaná 2 feilir mittskeiðis í fyrra hálvleiki legði John Petersen B36 á odda 2-0, og sum dysturin leið fánaði B68 meira og meira burtur.

InterToto Cup

Tað hevur leingi verði greitt, at B68 skuldi spæla móti einum belgiskum liði í InterToto kappingini í summar, og nú er so navn sett á liðið. Talan er um Lokeren, sum í ár gjørdist nr. 4 í Jupiler League, sum besta deildin í Belgia eitur.

Lokeren hevur ongantíð verið belgiskur meistari, men hava fleiri ferðir verið í Europa Cup, har besta úrslitið higartil kom í 1980-81 tá teir spældu seg í 4. umfar í UEFA Cup. Ein leikari á liðnum tað árið var Preben Elkjær. Felagið hevur eisini havt aðrar góðar leikarar og venjarar. Tað kann t.d. nevnast at Jan Koller, sum fleiri munnu kenna frá tjekkiska landsliðnum, spældið í Lokeren í nøkur ár, áðrenn hann bleiv seldur til Anderlecht. Eisini kann nevnast, at venjari hjá liðnum var síðsta ár Georges Leekens, sum eisini hevur verið belgiskur landsliðsvenjari.

Dystirnir verða leiktir soleiðis:
16/17. juni B68 - Lokeren
23/24. juni Lokeren - B68

NSÍ - B68

Nú var aftur stuttligt at verða Toftamaður. B68 spældi javnleik 1-1 í Runavík og var tað eisini hálvleikstøðan.

Dysturin í Runavík fríggjadagin 11. mei var ein fragd at síggja. Liðið hevur reist seg eftir heldur keðiliga byrjan. Menn vóru grammir at spæla og allir gjørdu alt teir vóru mentir. Eg kann ikki taka nakran framum annan, tí hesuferð var tað eitt liðavrik.

Um dystin er stutt at siga at tað var ein grannauppgerð ið vildi nakað. Bæði liðini gjørdu sítt ítasta fyri at gera hetta til ein góðan dyst. NSÍ legði seg á odda við brots-sparki hjá Christian Høgna, men beint fyri hálvleik javnaði Súni Fríði eftir klassauppspæli. Liðini bæði vóru sum heild líka vandamikil, tó vil eg siga at vit kanska høvdu yvirvágina, serstakliga móti endanum av dystinum.

Húgvur og turrikløð

Sum vit herfyri kunngjørdu á heimasíðuni, so var ætlanin at fara undir at selja B68-húgvur og turrikløð. Hetta er nú komið uppá pláss, og fari verður undir at selja á Svangaskarði í samband við dystin hjá 1. deild sunnudagin. Tað er enn ikki greitt hvat húgvurnar og turrikløðini fara at kosta, men sum vit hava frætt so er talan um rímuligar prísir.

Vónandi fara nógv at taka undir við hesum tiltaki.

B68 - VB

Enn ein dystur, enn eitt tap! Hesa ferð 1 - 4, aftaná hálvleikstøðuna 0 - 2.

B68 legði annars væl út og longu í fyrstu minuttunum høvdu vit fleiri kjansir, millum annað var Súni Fríði nær við tá hann skallaði á tvørstongina. Tó dovnaði spæli skjótt hjá B68, kanska partvíst tí VB ongan hug hevði at spæla skjótan bólt, og sum hálvleikurin kom í gongd yvirtók VB meir og meir spælið. 3 tey fyrstu málini hjá VB kunnu næstan leggjast undir sjálvmál, annaðhvørt tí bólturin varð tveittur burtur í uppspælinum, ella at verjan fór skeiv av bóltinum. Verjan hekk sum heild illa saman, og serliga var tað teir longu bóltarnar í trupuleikar stóðust av. Sigast má at okkara menn ikki byrjaðu rættuliga at pressa fyrr enn Oleif hevði fingi reyða kortið, tá var støðan longu 0 - 3. Við 10 monnum byrjaði spælið at hanga betri saman, og allir menn pressaðu tað besta teir orkaðu, serliga var Øssur Jacobsen ið kom inn fyri júst afturkomna Súna Fríða undangongumaður.

Tá 25 min vóru farnir av seinna hálvleiki fingu vit eitt brotspark, sum Øssur Hansen hegnisliga setti í málið. Aftaná hetta hamskifti var VB undir trýsti mestsum restina av dystinum. Menn arbeiddu allir fyri hvønn annan, og langu bóltarnar ið høvdu verði til fortreð allan fyrra hálvleik, tók Messias sær av, hann varð innskiftur saman við Øssur Jacobsen. Tó komu bert kjansir burturúr, og tá dysturin mestsum av kom VB í eitt kontra 4 ímóti 1, og gjørdist endin at støðan gjørdist 1 - 4.

Kvartfinalur

Í kappingini um løgmanssteypið hevur lutakast verið um hvussu spælast skal í kvartfinalunum, og tað lagaði seg soleiðis, at B68 skal taka ímóti B36 á heimavølli.

Tað var longu greitt áðrenn lutakastið, at B68 skuldi spæla á heimavølli í kvartfinaluni og at mótstøðuliðið fór at vera antin B36, GÍ ella VB, og tað er tí synd at siga at tað var eitt heppi lutakast fyri B68. Tí, við allari virðing fyri vágbingum, sum jú eru føroyameistarar, og gøtumonnum, so er B36 kanska tað sterkasta liðið í Føroyum í løtuni um hugt verður at laikarahópinum og úrslitunum higartil í ár.

B68 hevur bert einaferð fyrr spælt á heimavølli móti B36 í kappingini um Løgmanssteypið, og var tað í fjør. Tann dystin vann B68 3-2. Í landskappingini hava hesi bæði liðini spælt 18 ferðir móti hvørjum øðrum á Toftum, síðani B68 kom upp í 1. deild í 1981, og her hevur býti verið soleiðis, at B68 hevur vunnið 8 ferðir, 6 dystir eru endaðir við javnleiki (allir 0-0 !), meðan B36 hevur vunnið 4 ferðir. Her skal tó leggjast afturat, at B36 hevur vunnið teir síðstu fýra dystirnar millum hesi bæði liðini.

B68 - B71

Útsetti dysturin hjá okkum móti B71 er nú spældur, og endaði hann 3-0 til okkum aftan hálvleikstøðuna 1-0. Málini gjørdu Marlon, og nýggi skarpskjúttin hjá okkum Mortan Hansen 2.

Annars frætta vit at B68 ikki spældi við nógvum av føstu spælararunum.

Gentur 12 - 14

Steypakappingin hjá gentunum er eisini so smátt byrjað, og hava vit fingið at vita úrslitini úr tveimum av dystunum. Tær hava vunnið 5-3 á Sørvágsgentum, og eisini hava tær vunni 3-1 á Svangaskarði móti AB. Frætta vit meir, fara vit sjálvandi at siga frá her á síðunum.

B68 - ÍF

B68 vann eisini seinna dystin ímóti monnunum úr Fuglafirði. Hesa ferð varð úrslitið 2-0 til okkum, við málum hjá Mortan Hansen og Øssur Hansen, aftaná hálvleiks-støðuna 0-0. Øssur Jacobsen hevði bóltin í málinum í fyrra hálvleiki, men var hetta kolldømt vegna rangstøðu.

Um dystin er stutt at siga at fyrri hálvleikur var javnur, men sum seinni hálvleikur leið gjørdist B68 meir og meir við yvirlutan. Annars er at siga at fleiri av teim føstu spælara í fjør vóru ikki á liðnum vegna skaða og/ella sjúku. Hvørki Súni Fríði ella Marcelo vóru við, og eisini var "pantarin" aftur at síggja í málinum.

Intertoto Cup.

Lutakast hevur nú verið um hvussu spælast skal í Intertoto Cup kappingini í summar.

B68 er einasta føroyska liðið í hesari kappingini, og skulu teir í fyrsta umfari spæla ímóti einum av teimum báðum belgisku liðunum, sum eru við í kappingini. Hvat lið talan verður um er ikki greitt fyrr enn belgiska landskappingin er av tann 20. mei.

Sum kunnugt er belgiska landskappingin millum tær frægastu í Evropa, við liðum sum Anderlecht og Club Brügge, so tað verður uttan iva ein torfør uppgáva hjá B68. Um B68 megnar at koma víðari í kappingini, so verður mótstøðuliðið í 2. umfari úr antin Póllandi ella Malta og í 3. umfari eitt lið úr Spania.

Fyrsta umfar verður avgreitt vikuskiftið16.-17. juni - tá B68 hevur heimavøll - og vikuskiftið eftir, tann 23.-24. juni, tá teir skulu spæla torføra útidystin í Belgia. Annað umfar verður leikt 30. juni-1. juli og 7.-8. juli.

Luksembourg - Føroyar 0-2

Sum tey flestu nokk vita, so vann føroyska A-landsliðið 2-0 móti Luksembourg leygarkvøldið. Dysturin var liður í undankappingini til HM í Suðurkorea og Japan næsta ár. Tað er ikki sannlíkt at nakað av hesum liðum megnar at koma víðari í kappingini, og hagtølini benda eisini á at hetta ikki eru tey bestu liðini í heiminum. Áðrenn dystin hevði Luksembourg ikki vunnið á heimavølli í einum HM undankappingardysti í 28 ár(!), meðan Føroyar ongantíð hevði vunnið ein dyst í einari HM undankapping.

Dysturin var ikki av teimum bestu, og vánaligi vøllurin gjørdi tað torført hjá báðum liðum at fáa spælið at "koyra". Føroyski sigurin var tó sannførandi, hóast málini ikki komu fyrr enn móti endanum av dystinum. Fyrra málið skeyt ungi runavíkingurin Christian Høgni Jacobsen, sum var komin á vøllin fyri Toda Jónsson, tá hesin fekk ein skaða, miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Øssur Hansen breyt ígjøgnum í vinstru síðu og legðið hegnisliga bóltin inn fyri málið, har Christian Høgni tveitti seg fram og var fyrr á bóltin enn málverjin Alija Besic. Eftir hetta royndið Luksembourg, sum verða man, at koma longur fram á vøllin fyri at fáa javnvág í aftur málroknskapin. Úrslitið av hesum var, at Føroyar lítla løtu seinni kundi fara í mótálop og gott samanspæl millum Christian Høgna og Kurt Mørkøre endaði við at Kurt kundi senda bóltin í netið til endaliga úrslitið 2-0. Føroyski málverjin, Jákup Mikkelsen, hevði fleiri góðar bjargingar í dystinum, og tað var ikki minst honum fyri at takka at landsliðiðkundi fara úr aftur Luksembourg við trimum stigum í viðførinum.

Allir tríggir B68'ararnir vóru við í byrjunaruppstillingini, og stóðu teir seg toluliga væl. Hans Fróði og Øssur spældu allan dystin, meðan Fróði varð skiftur út í seinna hálvleiki. Hann sá út til at vera merktur av, at hann hevði verið sjúkur nakrar dagar áðrenn dystin.

Føroyska liðið: Jákup Mikkelsen - Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Johan Byrial Hansen - Jákup á Borg (Súni Olsen 84.), Fróði Benjaminsen (Rógvi Jakobsen 73.), John Petersen, Julian Johnson, Øssur Hansen - Todi Jónsson (Christian Høgni Jacobsen 20.), Kurt Mørkøre.

: Jákup Mikkelsen - Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Johan Byrial Hansen - Jákup á Borg (Súni Olsen 84.), Fróði Benjaminsen (Rógvi Jakobsen 73.), John Petersen, Julian Johnson, Øssur Hansen - Todi Jónsson (Christian Høgni Jacobsen 20.), Kurt Mørkøre.

ÍF - B68 1-2

B68 vann sín fyrsta dyst í kappingini um Løgmanssteypið. Dysturin sum upprunaliga skuldi verða spældur í Fuglafirði leygardagin 17. mars var fyrst útsettur til sunnudagin, og síðani fluttur út á Gøtu.

Hóast útseting og flyting megnaðu okkara menn at vinna dystin 2-1. Øssur Hansen og Fróði Benjaminsen løgdu okkum á odda 2-0 áðrenn ÍF minkaði um munin til 2-1, Vit (heimasíðan) frætta at B68 hevði bóltin meginpartin av fyrra hálvleiki meðan fuglfirðingar vóru omaná í seinna hálvleiki. Annars var veðrið ikki av tí besta, m.a. fór tað at kava sum dysturin leið.

So alt í alt verður dysturin ikki ein av teimum vit fara at minnast, men frøast vit kortini um at okkara menn byrjaðu kappingina væl og komu heim við 3 stigum.

Húgvur og turrikløð.

Um umleið hálvan annan mánað fer tað at bera til - fyri ein rímuligan penga - at keypa B68-húgvur og B68-turrikløð. Hetta er nakað sum B68, við góðum stuðli frá trúgvum viðhaldsfólki og góðum sponsorum, hevur skipað fyri. Vónandi verða nógv sum stuðla hesum tiltaki, og harvið eisini stuðla felagnum fíggjarliga. Hetta fer eisini at seta sín dám á til dystirnar, bæði úti og heima.

Vit vilja tí eisini vísa á, at hetta verður bert at fáa til keyps beinleiðis frá felagnum, og tær húgvur og annað sum kunnu keypast í handlunum er nakað sum felagið einki hevur við at gera, og tí heldur ikki fær nakran vinning burtur úr.

So um tit vilja stuðla felagnum eitt sindur, so fara vit at heita á tykkum at bíða 1½ mánað.

Vit fara ein av komandi døgunum at leggja myndir á heimasíðuna av húgvunum og turrikløðunum, so tit kunnu síggja hvat tit hava at gleða tykkum til.

B68-B36 3-2 (3-1)

Týskvøldið spældu B68 og B36 ein venjingardyst á Svangaskarði. Eitt sindur av vindi var hettar kvøldið, og tað setti eisini sín dám á dystin. Í fyrra hálvleiki hevði B68 undanvind, og meira spæl. Støðan í hálvleikinum var eisini 3-1 til B68. Málini hjá B68 skutu Øssur Hansen, Fróði Benjaminsen og Marcello. Í seina hálvleiki kom B36 nógv meira við í spælið, og høvdu teir bóltin meginpartin av tíðini. Eisini eydnaðist teimum at fáa eitt mál afturat, og hevði eydnan verið við teimum, kundu teir fingið fleiri mál. Tað skal eisini leggjast afturat, at B36 bleiv snýtt fyri eitt brotsspark. Og við tí fólkinum sum B36 hevur at ráða yvir í ár, koma teir uttan iva at gera seg galdandi í landskappingini í ár.

Teir tríggir brasiliumennirnir spældu allir við. Teir komu til Føroyar leygardagin. Marlon spældi allan dystin, meðan Marcello og Messias spældu fyrra hálvleik, Øssur Jacobsen kom inn fyri Marcello, og Janus Thomsen kom inn fyri Messias. Tveir mans manglaðu hjá B68, tað vóru Jan Dam og Jákup Eli Olsen.

B68-liðið byrjaði soleiðis: Magnus Poulsen - Jan Petersen, Hans Fróði Hansen, Messias - Arnold Joensen, John Heri Dam, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, Marlon - Marcello, Súni Fríði Johannessen.

Hesir byrjaðu á beinkinum, og komu teir allir inn í seinna hálvleiki: Janus Thomsen, Bogi Petersen, Mannbjørn Nesá, Jann Ingi Petersen, Øssur Jacobsen, Jákup Djurhuus.

Heimildarmaður: H.E.Danielsen

Venjingardystir
Nú er so nakað síðani, at 1. deildarhópurin byrjaði venja, og nú hava eisini teir fyrstu venjingardystirnir verið.

Fyrsti venjingardysturin hjá B68 var móti GÍ, og hendan dystin vunnu gøtumenn 4-3. Tað hevur tíverri ikki eydnast okkum at frættað meira frá dystinum, t.d. hvørjir gjørdu málini.

Annar venjingardysturin var móti NSÍ í Runavík, og tapti B68 eisini henda dystin. Her var úrslitið 1-2. Málið hjá B68 skeyt Fróði Benjaminsen, meðan málskjúttarnir hjá NSÍ vóru Brynjálvur Nielsen, við brotssparki, og ein B68 leikari, sum var so óheppin at gera sjálvmál. Sum vit hava skilt, so vóru bæði liðini illa mannaði til henda dystin. Á B68 liðnum manglaðu, umframt allar brasiliumennirnar, sum ikki koma til Føroya fyrr enn í næsta mánað, m.a. eisini Súni Fríði, Hans Fróði og Jan Dam. Hetta gjørdið at venjarin hevði møguleika at royna nakrar av teimum leikarunum, sum vanliga ikki fáa so nógva spælitíð á 1. deild, og fleiri av hesum royndust væl í dystinum móti NSÍ.

Vit fara her á síðuni at royna at frætta okkurt, hvørja ferð vinardystir eru leiktir.

B68 keypt "luksus-linara"
Tá "havnarmenninir hjá B68" sum vanligt fóru inn á Sund mánakvøldið 5. februar fyri at verða fraktaðir inn á Toftir til venjingar, mundu teir gera stór eygu, tá teir sóu farið, sum lá fyri teimum. Hetta var ein snotuligur 28-fót glastrevjabátur, innilokaður við flottari salón og alskyns øðrum hentleikum. Og við 200 hestakreftum til hjálp (tær vórðu neyvan allar tiknar í brúk) tók tað bert eitt eygablikk, frá tí at loyst varð á Sundi, til teir løgdu at inni á Toftum. So sjálvt um tað kanska kundi kennast freistandi at fáa sær ein slang á sofuni eina løtu, rakk tíðin ikki til tað.

Hóast nógva vælvild frá góðum fólkum hevur tað í seinastuni verið trupult at fingið siglingina við spælarum, sum búgva í Havn, í eina trygga og fasta legu. So leingi sum Haldur Vang átti bát, stóð tað B68 í boði at brúka hann til hetta endamálið. Tað hava vit havt stóra gleði av, og Haldur hevur stóra tøkk uppiborna fyri hjálpina. Men síðan Haldur seldi bátin, hevur ikki borið líka væl til.

Tá tað so í síðstu viku knappliga stóð B68 í boði at ogna sær ein veruligan "luksus-linara" fyri ein ógvuliga rímiligan penga, varð gjørt skjótt av.

Umframt at báturin er stak væl egnaður til at sigla við spælarum, kann hann líka so væl nýtast til onnur endamál so sum at sigla við turistum og til aðrar útferðir v.m., tá líkindi eru til tess.

Kommunan keypt gomlu B68-húsini
Eftir at kommunan eina tíð hevði leigað partar av gomlu B68-húsunum til barnaansingina, samdust partarnir millum jólanna um, at kommunan skuldi keypa ognina fyri framyvir at hava øll húsini og somuleiðis at kunna innrætta tey eftir teirra egna tørvi og møguliga við tíðini at byggja afturat. Saman við húsunum keypti kommunan alt lendið sunnan fyri rennibreytina - einar 2.500 fermetrar íalt.

Síðan á vári 1999 hevur kommunan leigað ovaru hædd, og ta seinastu tíðina eisini eitt av rúmunum niðriundir, til barnaansingina. Allir partar hava verið á einum máli um, at húsini og umhvørvið uppi á Svangaskarði hava verið stak væl egnað til hetta endamálið, og tá kommunan nú stóð yvir fyri at skula finna fleiri høli í sambandi við krøv um frítíðarpláss til tey yngstu skúlabørnini, ynskti hon at fáa eina langtíðarloysn um nýtslu av gomlu B68-húsunum, øllum sum tey eru. Partarnir gjørdust skjótt samdir um, at besta loysnin var, um kommunan keypti húsini.

Ætlanin hjá B68 er nú at innrætta "undirvatnsbátin" (t.e. bygningurin niðanfyri graslíkisvøllin) við 2-3 umklæðingarrúmum og brúsurúmi, nú vit ikki longur hava hesar fasilitetirnar tøkar í gomlu húsunum.

B68 ynskir kommununi til lukku við "nýggju" húsunum, og vit gleða okkum til framhaldandi at hava barnaansingina til grannar á Svangaskarði.

Svøríki - Føroyar 0-0
Føroyska A-landsliðið spældið mikukvøldið móti Svøríki í Växjö. Dysturin var liður í Norðurlandameistarakappingini, sum byrjaði á La Manga í Spania í fjør.

Dysturin endaði 0-0, og hóast Svøríki ikki stillaði upp við sterkastu manning, so má hetta sigast at vera eitt gott úrslit fyri Føroyar.

Tríggir B68'arar vóru í føroyska hópinum, og teir byrjaðu allir inni. Hans Fróði Hansen spældið allan dystin, meðan Fróði Benjaminsen og Øssur Hansen báðir vórðu útskiftir. Súni Olsen kom inn fyri Fróða í 58. minutti, meðan Øssur varð útskiftur við Andrew á Fløtum í 77. minutti.

Lutakast til kappingina um Løgmanssteypið 2001.
Nú hevur lutakast verið um hvussu spælast skal í kappingini um Løgmanssteypið 2001.

Kappingin er, eins og undanfarin ár, skipa soleiðis, at liðini úr 2. og 3. deild spæla móti hvørjum øðrum í tveimum innleiðandi umførum, har tvey av teimum so vinna sær pláss í bólkaspælinum. Her koma so 1. deildarliðini við í kappingina.

B68 var í ár , saman við HB og VB, í "seedingsbólki" 1, tað vil siga at hesi ikki kundu koma í sama bólk. B68 var drigið at spæla í bólki 1, har mótstøðuliðini vera KÍ, B71 og antin LÍF, AB, ÍF ella Skála.

Dystirnir hjá B68 eru hesir:
17. mars "lið 4" úti
31. mars B71 heima
7. apríl KÍ úti
12. apríl "lið 4" heima
14. apríl B71 úti
16. apríl KÍ heima

Annars eru bólkarnir hesir:

Bólkur 1
B68
B71

LÍF/AB/ÍF/Skála

Bólkur 2
B36

HB
TB/Royn/Sumba/Fram

Bólkur 3
EB/Streymur
FS Vágar
NSÍ
VB

Nr. 1 og 2 koma víðari í kvartfinalurnar saman við teimum báðum bestu 3'arunum. Bólkavinnararnir hava heimavøll í kvartfinaluni.

Lutakast til steypakappingina hjá kvinnum 2001

Í ár hevur B68 so aftur teknað eitt kvinnulið til, bæði í lands- og steypakappingini.

Lutakast hevur verið um hvussu spælast skal í steypakappingini hjá kvinnum 2001, og tað fall soleiðis út, at B68 í 1. umfari skal spæla móti ÍF í Fuglafirði. Hesin dysturin verður leiktur 1. apríl. Vinna tær hann, so koma tær í kvartfinaluna, har mótstøðuliðið er KÍ, somuleiðis á útivølli. Kvartfinalurnar verða 8. apríl.

Landskappin fyri kvinnur er aftur í ár umskipað, soleiðis at kappingarárið nú er býtt upp í eitt grundspæl og eitt endaspæl. Í grundspælinum eru 4 lið í 1. deild, meðan 2. deild er býtt í tveir bólkar. Her er B68 drigið at spæla í bólki A, har mótstøðuliðini eru GÍ, B71 og ÍF. Vinnarin av bólkinum skal so leika ímóti nr. 2 í bólki B um at fáa pláss í endaspælinum, meðan nr. 2 í bólki A spælir móti vinnaranum av bólki B, somuleiðis um eitt pláss í endaspælinum. Liðini í bólki B eru Skála, AB og Sumba. Tað sætta og seinasta liðið í endaspælinum verður funnið í einum dysti millum tað liðið, sum endaði nr. 4 í grundspælinum í 1. deild (har liðini eru KÍ, VB, B36 og HB) og nr. 3 í 2.deild, tvs. tað, av teimum tapandi semifinaluliðunum, sum hevur klára seg betri í sínum innleiðandi bólki.

Her skal ein altso hava tunguna mitt í munninum fyri ikki at fløkjast í reglunum, men so hvørt sum kappingin líður, fara vit nokk at skilja hetta betur :o)

Bogi verður verandi
Tá vit í síðstu viku søgdu, at Bogi Petersen var farin til NSÍ, lupu vit eftir øllum at døma fram av. Vit hava nú frætt, at hann vandi við B68 í vikuni. Tað var tí ivaleyst bara talan um leysasøgur, tá vit hoyrdu at hann hevði skift felag.

Vit gleðast sjálvandi um at Bogi verður verandi, og mugu biðja um umbering fyri at hava lagt hann undir eina sovorðna ákæru.

Bogi Petersen til NSÍ
Sum vit hava skilt á lagnum, er 21 ára gamli miðvallarleikarin Bogi Petersen farin at venja við NSÍ í ár. 

Vit hava ikki fingið hesi tíðindini váttaði, men um hetta passar, so er tað spell fyri B68, tí Bogi er ein sera evnaríkur leikari, ið vit kunnu væntað okkum nógv av komandi árini. Hann hevur eisini verið á onkrum ungdómslandsliðið.

Sum skilskt, er orsøkin til skiftið, at útlitini fyri at koma á liðið á Toftum í ár eru ov vánalig, nú B68 hevur keypt tveir nýggjar miðvallarleikarar í vetrarsteðginum.

Vit vóna sjálvandi at Bogi verður verandi á Toftum, men fer hann onkra aðra staðni, so ynskja vit honum góða eydnu við tí.

Messias kemur aftur til B68
Vit hava nú fingið váttað, at tá Marcello og Marlon koma aftur til Føroya 1. mars, hava teir Messias við sær.

Messias hevur sjálvur ynskt at koma aftur til B68, eftir at hann í eitt ár hevur verið heima í Brasilia.

Vit bjóða sjálvandi Messias at vera væl afturkomin.

Øssur Hansen aftur til Føroya

Øssur Hansen hevur hesar seinastu vikurnar royndarvant við enska 2. deildarliðnum Oldham Athletic. Hann kemur nú heimaftur, uttan at nakar sáttmáli spurdist burturúr hesaferð. Avtala er tó gjørd um, at hann skal ein túr aftur til Onglands seinni. Tá verður tað saman við John Petersen.

Sambært venjaranum hjá Oldham, Andy Ritchie, var Øssur óheppin; vánaliga veðrið, og tað at vit júst hava keypt David Eyres og Tony Carss (báðir offensivir leikarar, sum eru komnir beint á fyrstalið, red.) hevur gjørt at vit ikki hava fingið hugt rættiliga eftir Øssur í dysti.

Arnold Joensen út á Toftir

So hevur B68 aftur styrkt sær um hópin. Hesaferð er talan um 25 ára gamla klaksvíkingin Arnhold Joensen. Arnhold kann bæði spæla á miðvøllinum og í álopinum, og hevur verið fastur maður á fyrstaliðið hjá KÍ í fleiri ár. Hann er kendur sum ein sera skjótur og tekniskt góður spælari. Sum skilst hevur hann skrivað undir ein eitt ára sáttmála við B68.

John Heri Dam til B68

Sambært almennu B68 heimasíðuni, hevur B68 skrivað sáttmála við fyrrverandi HB og B36 leikaran John Hera Dam. Hann er 25 ára gamal, og hevur hetta seinasta árið spælt við norska 2. deildarliðinum Jotun IL

Hans Fróði til B68

Hans Fróði er 25 ár og hevur spælt 14 landsdystir (1 mál). Umframt Sogndal og B68 hevur hann fyrr spælt við HB og LÍF.

Arnbjørn Danielsen til B36
Arnbjørn Danielsen skal leika við B36 í næsta ár. Arnbjørn leikti
eisini við B36 tá ið teir í 1997 gjørdust meistarar.

Vit ynskja Arnbjørn alt tað besta.

Mascot vann innandurakappingina fyri sjómenn.
Har eru nógvir sjómenn á Toftum, og har eru eisini nógvir fótbóltsleikarar. Hesir báðir eginleikar vóru sameindir tá árliga innandurakappingin var fyri sjómenn var í Klaksvík millum jól og nýggjár.

Har vóru 38 lið við í kappingini og tá av tornaði hevði línuskipi Mascot vunnið kappingina, og tað mundi vera ein stoltur Sigurð (hjá Lenu) Joensen sum, sum liðskipari, kundi taka ímóti steypinum.

Har vóru eisini aðrir toftamenn við í kappingini. Á liðnum hjá trolaranum Akraberg, sum gjørdist nr. 2 í kappingini, vóru brøðurnir Asbjørn og Petur Hans Hansen.