Tepur sigur í fyrsta dystinum

B68 fekk góðan byrjan uppá kappingina í 1. Deild, har B68 skal royna at vinna seg uppaftur, har tað er stuttligt at vera. Gøtumaðurin Súni Olsen, sum eisini seinastu nógvu árini hevur verið stórur profilur bæði í føroyskum fótbólti, umframt á føroyska landsliðinum, er nýggjur venjari hjá B68.

Í fyrsta dystinum, hevði B68 vitjan av teimum næstbestu hjá HB, og B68 vann eisini dystin 1-0, eftir at støðan í hálvleikinum var 0-0. Hóast B68 leikliga var omaná, hevði B68 tað eitt sindur torført at koma til teir opnu málkjansirnar. HB beit eisini frá sær, og høvdu eisini fleiri góð álop, men Ragnar var stinnur í B68 málinum við fleiri góðum bjargingum.

Málið hjá B68 kom tá 12 minuttir vóru eftir at leika. Eftir gott uppspæl sendi Jann Ingi Petersen eitt gott innlegg inn í HB brotsteigin, har Martin Olsen, sum nýliga var skiftur inn, var púra fríður, tók bóltin niður við bringuni, áðrenn hann skeyt bóltin í málið til 1-0. Eftir málið kom meiri ferð á dystin, har HB satsaði alt fyri at fáa javnstøðu í aftur, og tað gav eisini B68 fleiri góð mótálop, men uttan úrslit.

Tá vanliga tíðin var farin, fekk HB brotsspark, tá ein HB’ari varð taklaður, tá hann royndi at sneiða seg framvið trimum verjuleikarum, og Petur Reinert dømdi brotsspark. Daniel Johansen var settur at skjóta, og hóast skotið var væl plaserað heilt úti í síðuni, var Ragnar kortini heilt harúti við framúr góðari bjarging. Trý sekund seinni bríkslaði Petur Reinert fyri seinastu ferð.

Uttan iva ein framúr góð byrjan hjá B68, har tað sjálvandi er sera umráðandi at fáa ein sigur í fyrsta dystinum. Næsti dystur hjá B68 verður komandi leygardag, har B36 tekur ímóti kl. 15.30 í Gundadali.

Dómaraseðilin kann síggja við at klikka á slóðina niðanfyri http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=17669&pid=50

Koyr á B68