«2010»Í dag«Aug»
            1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
30 31          
M T M H F L S

Næsti dystur

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

Spurningar

Dagsins leikari hjá B68 í dystin við Løkin?

Eldri kanningar

Stórsigur ímóti 07 Vestur

Í gjárskvøldið leiktu B68 og 07 Vestur venjingardyst á Svangaskarði. 07 Vestur sum fluttu niður í 1. Deild í fjør, hava mist einar 13 leikarar sum vóru í Vodafonehópinum í fjør, og tað sást eisini aftur í gjár. Tað gjørdist ein greiður 6-1 sigur til B68, eftir at støðan í hálvleikinum var 4-0.

Fyrri hálvleikur var ein stór uppliving, har B68 leikti væl og hevði fleiri góð og gjøgnum leikt álop og 4 mál. Í hálvleikinum vóru 8 leikarar skiftir út, og beinavegin gjørdist støðan 6-0 til B68. Stutt seinni skoraði 07 Vestur uppá mest sum einasta møguleikan teir høvdu í dystinum. Tann síðsta hálva tíman hendi ikki tað stóra.

Málini hjá B68 gjørdu; Jóhan Petur Poulsen 2, Pól Jóhannus Justinussen 2, har tað annað var brotsspark, meðan Kristian Anton Andreassen og Ahmed Keita skoraðu hvør sítt. Vit hava tíverri ikki fingið við, hvør skoraði málið hjá 07 Vestur.

Eli Simonsen, og teir báðir nýggju senegalesarnir Traore og Camara leiku allir hvør sín hálvleik fyri B68, og teir síggja allir út til, at verða skilagóðir leikarar.

B68 í fyrra hálvleiki:

Vlada Filipovic - Poul N. Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Øssur Hansen, Pól Jóhannus Justinussen - Kristian Anton Andreassen, André Olsen, Eli Simonsen, Dánjal Pauli Højgaard - Ibrahima Camara, Jóhan Petur Poulsen.

B68 í seinna hálvleiki:

Petur Meinhard Magnussen - Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard, Dánjal Pauli Højgaard - Ibrahima Traore, Remi Langgaard, Ndende Gueye, Pól Jóhannus Justinussen - Ahmed Keita, Jonleif Højgaard.

Komandi dystur hjá B68 verður ímorgin, leygardagin kl. 13, tá ÍF tekur ímóti í Fuglafirði.

Koyr á B68

 

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.