Steypakappingin á skránni

Ímorgin, á sjálvum flaggdegnum kl. 15.00 skal B68 aftur í eldin tá HB kemur á vitjan. Uttan iva ein torførur dystur hjá B68, tí HB leikar í Betri deildini, har tað eisini gongur væl hjá teimum júst nú. Teir hava m.a. vunnið á bæði NSÍ og Víkingi. HB er eisini tað liðið, sum hevur vunnið steypakappingina oftast, men hesi seinastu nógvu árini, hevur tað kortini verið fleiri ár ímillum at HB vinnur.

B68 hevur ikki nógvar tradisjónir í steypakappingini, har frægasta úrslitið var í 1995, tá B68 var í síni einastu finalu yvirhøvur. Ta ferðina var mótstøðuliðið eisini HB, sum vann dystin 3-1. Men hóast HB er eina deild omanfyri B68, kann alt henda í einum steypadysti, har vit eisini fáa at síggja hvar B68 liðið liggur í forhold til HB.

Vónandi vera tað eisini fleiri B68 fjepparar, sum møta upp at heppa á teir Reyðu.

Koyr á B68