«2010»Í dag«Sep»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Næsti dystur

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

Spurningar

Please set active poll

Eldri kanningar

Piltar A í kapping á Svangaskarði

Piltar A hjá B68 eru byrjaðir uppá nýggja kapping, har mótstøðuliðini í teirra bólki eru, HB A, TB A og FC Suðuroy. 1. umfar var leikt Svangaskarði leygardagin, og úrslitini vóru hesi.

Í fyrsta dystinum leikti B68 ímóti FC Suðuroy, og tað gjørdist eisini ein javnur og spennandi dystur, ið enadaði við javnleiki 1-1. Málið hjá B68 skoraði Bergur Johannesen. Í hinum dystinum vann HB A 7-2 ímóti TB A.

Í øðrum dystinum leikti B68 ímóti HB A, og her vóru HB'ararnir nakað sterkari enn okkara dreingir og vunnu dystin 4-0. Í hinum dystinum leiktu suðuroyarliðini javnleik 3-3.

Í triða og seinasta dystinum leikti B68 ímóti TB, og líka sum í dystinum ímóti FC Suðuroy,  gjørdist hesin eisini javnur og spennandi. Men hesaferð var B68 omaná og vann dystin 4-3. Bergur Johannesen skoraði 3 mál, meðan Andrias Edmundsson skoraði 1 mál.

Komandi leygardag, hittast liðini aftur, og tá gongur leiðin suður til Vágs, og tað eru dreingirnir sera spentir uppá. Piltar B leiktu eisini á Svangaskarði leygardagin, og tey úrslitini við myndum koma á síðan ímorgin.

B68

Petur í Túni Petersen - Marius Johannesen, Jákup Hansen - Rúni Smith Jensen, Andri Benjaminsen - Andrias Edmundsson, Bergur Johannesen.




In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.