(Savnsmynd)

Skuffandi stórtap ímóti Víkingi

Eftir greiða 8-0 sigurin á TB/FCS/Royna seinasta vikuskifti, skuldu B68 í dag royna seg ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi, sum í fyrsta dystinum høvdu tapt 5-1 á ÍF. Hjá B68 vóru tríggjar broytingar frá seinasta dysti, har Jann Ingi Petersen, Albert Róin Johannesen og Esmar Clementsen allir sótu uttanfyri við skaða, umframt at André Olsen og Óli Højgaard Olsen framvegis eru skaddir. Veðrið var annars ok, og fitt av Toftafólki vóru eisini at hóma kring vøllin í Gøtu.

Lat tað bara verða sagt beinanveg, at B68 tapti heili 5-1 og tá man tapir so nógv, er eisini talan um ein greiðan ósigur, men hevði B68 kent sína vitjanartíð, hevði støðan kanska verið annarleiðis. Í fyrra hálvleiki var Víkingur eisini leikliga omaná, har teir spældu væl saman, meðan B68 leikararnir fyri tað nógva runnu aftaná. Kortini kom Víkingur ikki fram til teir heilt stóru kjansirnar fyrsta hálva tíman.

B68 hinvegin royndi seg fyri tað nógva uppá kontra, og har spurdust eisini tveir upplagdir málkjansir burturúr. Fyrsta eitt gott álop í vinstru síðu, har spælt var tvørturum, og hvar Otto R. Petersen var púra fríur, men hann skeyt upp um. Seinni var Jonleif Højgaard sendur avstað í høgru síðu, har hann gjørdist leysur við Geza Turi í Víkinga málinum, men skotið frá Jonleifi, fór beint framvið málinum.

Tá so 34 minuttir vóru leiktir fekk Víkingur hol á, og tað var eftir eitt frípark, sum var sent innfyri, og har var ein Víkinga leikari púra fríur og skoraði til 1-0. Løtu seinni bleiv tað eisini 2-0 eftir fyrst eitt skjótt álop og síðani eitt sindur aftur og fram í brotsteignum, og via ein B68 leikara fór bólturin í málið. Stutt fyri hálvleik fekk Otto R. Petersen enn ein góðan málkjans, men Geza Turi bjargaði fyri, og støðan var harvið 2-0 í hálvleikinum.

Í seinna hálvleiki vóru onkrar broytingar á B68 liðnum og B68 kom eisini longur fram á vøllin, men illa gekst at koma fram til kjansir, hóast man royndi alt hvat man kundi. Tá so 20 minuttir vóru leiktir tók ein Víkingur bóltin av einum heldur passivum B68 leikara og hann skoraði so til 3-0. B68 hevði ikki meir enn givið bóltin uppaftur, tá Jonleif Højgaard var sendur avstað mitt fyri, og hann skoraði til 3-1. Tað, sum var eftir av dystinum, royndi B68 at trýsta, men tað spurdist onki burturúr, og endin var so, at Víkingur fekk tvey mál uppá kontra til endaliga úrslitið 5-1.

Hesin dysturin má bara gloymast skjótt, tí komandi vikuskifti vitjar B71 á Toftum.

Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast við at klikka á slóðina niðanfyri.

http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=18379&pid=50

Koyr á B68