Philip kemur at royndarvenja

Nevndin í Tofta Ítróttarfelag hevur eftir tilvísing frá Toda Jónsson, fingið Philip Frikke-Schmidt til Føroya mándagin 19. februar at royndarvenja í felagnum. 42 ára gamli Philip kemur at venja kvinnurnar og vera høvuðsungdómsvenjari hjá felagnum.

Philip hevur sera góðar venjara licensir at vísa á. Hann hevur DBU A-Licens frá 2004, harumframt hevur hann 100+ tímar royndir, sum gevur honum T-Licens.  Í 2017 tók hann harumframt Talent-ID.


Síðstu 14 árini hevur hann arbeitt sum venjari hjá millum annað B 1903 í Odense. Síðan 2007 hevur hann verið høvuðsvenjari hjá kvinnum og monnum, har hann hevur virkað sum venjari á høgum støði.


Philip kemur at venja kvinnurnar og U18 gentur mánakvøldið 19. feb. kl 19:30, og vóna vit at uppmøtingin til venjingina verður góð hetta kvøld. Týsdagin kl 16 venja dreingir U15 saman við Philip.


Vit í Tofta Ítróttarfelag vóna, at kvinnurnar og ungdómurin í felagnum tekur væl ímóti nýggja venjaranum, og at hetta kemur at hækka støði í fótbóltinum hjá Tofta Ítróttarfelag.