Nógvur fótbóltur leygardagin.

Fyrsti dysturin verður leiktur kl. 09.30, har gentur U15 fáa vitjan av MB í fyrsta umfari. U15 gentur hjá B68, leika í ár á hálvum vølli.

Aftaná kl. 11.00, verður dystur ímillum B68 og AB hjá dreingjum U15, har leikt verður um at sleppa uppí A bólkin. B68 og AB hava higartil leikt ein dyst í part, har bæði liðini vunnu teirra dyst.

Kl. 13.00 verður tað so Gentur U18, sum fáa vitjan av B36. Her hevur B68 eisini nógv at liva upp til, tí B68 vann greipuna í fjør. Higartil hava liðini leikt ein dyst í part, har B68 vann 3-0 á EB/Streymi, meðan B36 leikt javnt 2-2 ímóti KÍ.

Kl. 16, er tað so dystur í fyrstu deild, har B68 fær vitjan av Skála.

Annars leika bæði 2. og 3. Deild eisini í morgin, har 2. Deild kl. 17, leikar í Gundadali ímóti Undri FF, meðan 3. Deild leikar við Løkin í Runavík ímóti NSÍ b, og tann dysturin verður eisini leiktur kl. 17.

Koyr á B68