Luttøkudagur 2018

So fara vit at gera klárt til fótbóltsárið 2018.

Týsdagin 30. januar,  kl. 16.00 - 20.00 verður luttøkudagurin í B68 húsinum, her kunnu øll (U7 - U18), ið ætla sær at sparka í ár, koma og gjalda luttøkugjaldið. Tá luttøkugjaldið er goldið, fær hvør leikari eitt sett av spæliklæðum til ognar, har navn og nummar verða prentað á.


Hendan dagin er møguleiki at passa klæðini, so øll fáa røttu støddina.

Tá klæðini er komin og prentaði, verða tey koyrd út. 


Fyrst og fremst skal tað vera stuttligt at koma til venjing á Svangaskariði, og fótbólturin hjá teimum ungu er fyri øll.


Luttøkugjald fyri árið 2018 er, fyri børn 400 kr.


Um so er, at onkur heldur seg aftur av fíggjarligum áðum, ber altíð til at tosa við, Atla F. Johansen á tlf. 219737, og gera eina avtalu.


Meira kunning um venjarar og venjingartíðir kemur seinni.