(Savnsmynd)

Kvinnurnar argaðu KÍ

B68 er aftur í ár í 1. Deild hjá kvinnum, og samstundis eitt ár eldri enn í fjør, har sera unga B68 liðið einans fekk eitt stig og skoraði tvey mál. Hópurin er eisini mest sum tann sami sum í fjør, tó so, eru Oddny Jacobsen, Durita Nielsen og Dania Olsen komnar aftur til B68 at leika, og síðani er Laila Pætursdóttur eisini komin til B68. Laila hevur drúgvar royndir úr bestu deildini, bæði við Víkingi og KÍ. Poul Helgi Jacobsen er venjari, og Egil Olsen hjálparvenjari.

Kappingin byrjaði seinasta vikuskiftið, har B68 á útivølli tapti 5-0 ímóti EB/Streymur/Skála, í einum dysti, har B68 kvinnur føldu at tær áttu at fingið meiri burturúr. Í dag var so eingin annar enn KÍ á vitjan á Svangaskarði, sum í fjør vann 9-1 og 8-0 á B68 á Svangaskarði.

Men í dag vildi B68 tað annarleiðis, og kvinnurnar stríddust alt hvat tær vóru mentar, men tað gekk tíverri kortini ikki, og KÍ vann 1-0 við máli, sum Malena Josephsen skoraði í 89. minutti. KÍ var tað betra liðið allan dystin, men til tíðir var B68 eisini væl við í dystinum, og B68 kvinnurnar vóru tí eisini sera vónbrotnar, tá bríkslað varð fyri seinastu ferð.

B68 leikar aftur komandi vikuskifti, tá ÍF/Víkingur tekur ímóti.

Dómaraseðilin kann síggjast hjá Faroesoccer við at klikka á slóðina niðanfyri.
http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=17895&pid=67

Koyr á B68