John og Mortan verða venjarar hjá U12 og U14 gentum

Áhugin millum gentur á Toftum, at spæla fótbólt er vaksin seinnu árini og vit eru sera glað og vóna, at hetta kann halda áfram. Avtalað er gjørd við tveir sera góðar venjarar til at menna hesar gentur.


John Jakobsen hevur í fleiri ár veri venjari. John er ein sera ágrýtin og nærlagdur venjari. Hann hevur fingið skapt eitt sera gott umhvørvið millum allar genturnar og tað seta vit sera stóran prís uppá. John er eisini íholt við B-venjara útbúgvingina og er hetta gott fyri B68, men fantastiskt fyri John og genturnar.


Í ár kemur Mortan eisini at hjálpa hesum báðum árgangum og tað er sera spennandi fyri genturnar. Mortan hevur spælt fótbólt í nógv ár og verður heilt sikkurt góður fyri at menna fótbóltseginleikarnar hjá gentunum og stuðla undir tað góða sosiala umhvørvið.


Vit ynskja John, Mortan, U12 gentum og U14 gentum bestu eydnu við kappingarárinum 2017


Koyr á B68