Jákup Reinert Højgaard skriva undir sáttmála

So hevur enn ein av okkara ungu evnaríku leikarunum valt at gera sáttmála við B68. Í gjár skrivaði Jákup Reinert Højgaard undir sáttmála. 


Hetta hava vit valt, fyri at tryggja okkum eitt gott grundarlag til framtíðina. Jákup er 15 ár, og vit vænta, at hann kemur at verða ein av berandi kreftunum á okkara U16 og U18 liði, somuleiðis fær hann møguleika at venja við besta liðnum. Vit ynskja Jákupi tillukku við sáttmálanum.

B68 er í eini tilgongd, har vit royna at tryggja bestu kor til okkara ungdóm. Vit vænta at knýta fleiri av okkara ungu leikarum tættari til felagið, samstundis sum starvsnevndin, saman við ungdómsnevndini, arbeiða miðvíst við at fáa best møguligar venjarar til komandi ár.

Koyr á B68!