«2010»Í dag«Aug»
            1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
30 31          
M T M H F L S

Næsti dystur

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

Spurningar

Dagsins leikari hjá B68 í dystin við Løkin?

Eldri kanningar

Innbjóðing til FSF dómaraskeið.

Í døgunum 26.-27. mars skipar FSF fyri einum Dómaraskeiðið við próvtøku. Skeiðið verður í FSF-húsininum í Tórshavn. Skeiðsleiðarar vera , Niklas á Líðarenda, Jógvan Jensen, Lassin Isaksen og Tummas P. Olsen.

Endamál/innihald: Skeiðið hevur til endamáls, at fyrireika teg til dómarapróvtøkuna, og tá ið tú hevur staðið próvtøkuna, verður tú ein partur av dómarahópinum hjá FSF, og títt arbeiðið sum FSF-dómari kann byrja.

Tíð og staður: Útbúgvingin  tekur 15 tímar, og fer fram í FSF-húsinum, 26.-27. mars 2010.

Útbúgvingin gevur frálæru í:

Dómarin:                            

- Fótbóltslógin, 17§´ir sum eru deild í fýra høvusevni

 

 

- Byrjan (seta í gongd)

- Rangstøða

- Fríspark

- Málmaðurin

- Tekn/tekngeving (Dómari)

- Fyrisiting ( Dómaraseðil vm.)

HD-dómari 1.

- Hvat skal  veitrast fyri og hvussu.

- Tekn og kropsmál

- Tulking av rangstøðu. (video/DVD)

- Útskifting

Felags

- Verklig undirvísing á vøllinum/samstarv

 

 

- Upphiting

- Próvtøka

Førleikar: FSF dómari kann døma ungdómsdeildir, 3.deild, 2.deild og Kvinnudeildina.

Upptøkutreytir: Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Fyrimunur er um næmingurin hevur tikið grundskeiðið “Dómarin”, tað er tó ikki ein treyt..

Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 1.000. Íroknað kostnaðin er frálærutilfar, kostarhald og evt. gisting í FSF húsinum.

At hava við: Tað er neyðugt at hava venjingarbúna og uttandura skógvar við. FSF letur lógbók á føroyskum ella enskum og skriviamboð.

Tilmelding: Áhugaði eiga at venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina víðari. Tó ber eisini til at útfylla tilmeldingarlepan niðanfyri og senda hann beinleiðis til FSF. Kvittan fyri goldið luttøkugjald eigur at fylgja við.

 

Tilmeldingarfreistin er úti mánadagin  16. mars 2010.

Um nakar frá B68 hevur huga at tegna seg, kann viðkomandi seta seg í samband við Johnleif Gerðisá telf. 595059

Skeiði kostar, men tað betalur B68 um tú umboðar felagið.  

 

 

 

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.