Ímóti HB í steypakappingini

Í 3-2 sendingini hjá kringvarpinum mánakvøldið, var eisini lutakast um hvussu leikast skal í kappingini um Løgmanssteypið. Í slíkum lutakasti, kann alt henda, og B68 fær uttan iva ein torføran dyst, tí mótstøðulið er HB, og tann dysturin verður leiktur á Svangaskarði 25. Apríl, sum eisini er flaggdagur.

Sum sagt ein torfør uppgáva, tí HB er tað liðið, sum hevur vunnið steypakappingina oftast, heili 26 ferðir, men kortini hava teir ikki vunnið steypakappingina síðani 2004. Hinvegin hevur B68 ongantíð vunnið hesa kapping, nærmast var í 1995, tá B68 var í finaluni, men taptu ímóti júst HB.

Koyr á B68