«2010»Í dag«Sep»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Næsti dystur

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

Spurningar

Please set active poll

Eldri kanningar

Ikki nóg kaldir og kyniskir

NSÍ - B68 2-1 (1-0)
18. 1-0 Jann Ingi Petersen
47. 2-0 Jann Ingi Petersen
68. 2-1 Ahmed Keita

Í dag byrjaði so Vodafonefótbólturin aftur, men tíverri fyri B68 gjørdist tað til eitt súrt tap við Løkin, har oddaliðið NSÍ tók ímóti. Veðrið var annars av tí allar fragasta, tá Ransin Djurhuus bríkslaði dystin ígongd, men kortini vóru tað ikki so nógvir áskoðarar, sum tað ofta hava verið, tá B68 vitjar NSÍ.

Hjá B68 var tað merkisverda, at Vlada sum ikki hevur havt sítt besta kappingarár, var settur á beinkin, og Petur Meinhard stóð í málinum. Poul N. Poulsen hevði leikbann, Dánjal Pauli er framvegis skaddur, og Óli er farin aftur til skips. Annars eru papírini hjá Camara komin uppá pláss, men tíverri var hann ikki við í dag. Í seinastu viku leikti B68 ein venjingardyst ímóti EB/Streymi við Margáir, har úrslitið var 1-1. Camara skoraði málið hjá B68, men hann fekk eisini ein lítlan snudd, men vónandi verður hann klárur til komandi dyst.

Aftur til dystin í dag, vóru tað NSÍ sum vóru omaná, at byrja við, har B68 lógu langt afturi á vøllinum. B68 satsaði fyri tað nógva uppá langar sendingar fram til Keita, ið sær út til veruliga, at verða komin fyri seg aftur. NSÍ skaptu ikki tað heilt stóra at byrja við, og av tí sama royndu teir, at lokka B68 fram og síðani, at satsaðu uppá kvik mótálop. Hettar eydnaðist eisini tá eitt korter var leikt, men Fortuna var við B68, tá teir raktu stongina.

Tá 18 minuttir eru leiktir gera B68 eitt heldur tápuligt fríspark á egnari hálvu. Frísparkið var tikið stutt til Jann Inga sum smekkar til úr eini 40 metrum, og bólturin sat uppí í málhorninum. Eitt sera gott mál, men kanska eigur ein málverji, at bjarga einum skoti úr slíkari fjarstøðu. Stutt seinni fekk Keita ein stóra møguleika, tá hann var í takling við Ganga í NSÍ málinum, men bólturin fór beint fram við NSÍ málinum.

B68 fóru nú longur fram á vøllin, men høvdu tað torført, at skapa upplagdar møguleikar, og vóru fyri tað nógva, einans vandamiklir uppá deyðbóltar. Oddur hevði ein góðan stútara eftir horna, men bjarga var á strikuni. NSÍ vóru sera vandamikilir uppá tey kviku mótálopini, og tað einu ferðina raktu teir stongina fyri aðru ferð. Tí var tað eisini fult uppiborið, at NSÍ var á odda í hálvleikinum.

Tað vóru bara tveir minuttir leiktir av seinna hálvleiki, tá NSÍ løgdu seg á oddá 2-0; Ein langur bóltur var sendur fram til Christian Høgna, ið annars sá út til at verða rangstaddur, men tá linjuverjin ikki fylgir upp, kan tað gera tað sama. Christian Høgni leggur innfyri, og eftir trunkaspæl fær Jann Ingi fatur á bóltinum, og skjýtur ímóti málinum. Bóltur kemur har sum Øssur stendur, men tíverri rakar hann ikki bóltin og so var 2-0.

Stutt seinni verður Jóhan Dávur skiftur inn fyri André, har Jóhan Dávur fór aftur í miðverjuna, meðan Pól Jóhannus fór fram í álopið. Bara minuttin seinni, eru B68 í álopi, og komnir fram í brotsteigin verður Keita feldur, og brotsspark til B68. Jóhan Dávur var settur at skjóta, men tíverri hevði Gango lúrt hann av og bjargaði, har bólturin sprakk út aftur í spælið. Pól Jóhannus fekk fatur á returbóltin, men eitt NSÍ bein var í vegin.

B68 góvu ikki upp, og trýstu NSÍ langt aftur á vøllin, har Jonleif og Kristian Anton eisini vóru skiftir inn, men tað gekk ikki so gott, at skapa teir heilt stóru møguleikarnar. Men tá 68 minuttir vóru leiktir, gav trýstið úrslit; Bólturin var sendur fram í vinstru síðu til Øssur, ið legði innfyri, har Keita var á rætta staðnum og prikaði bóltin í málið til 1-2.

B68 tveittu nú nógv fólk fram fyri at fáa útjavnandi málið, og fleiri ferðir var heilt nær við, og tað var serliga uppá deyðbóltar, men Gango stóð heilt ótrúliga gott í NSÍ málinum. Hinvegin gjørdist tað eisini vandamikið, tá NSÍ royndu seg við kvikum mótálopum, men heldur einki kom burturúr teimum.

Dysturin endaði sostatt 2-1 til NSÍ, og sæð útyvir allar 90 minuttirnar var tað uppiborið, at NSÍ vann, tað eru eisini málini sum telja. B68 leikararnir hava einki at skammast yvir, teir leiktu ein góðan dyst, men vóru bara ikki nóg kaldir og kyniskir, tá tað veruliga galt. Annars var tað gott at síggja, at ein dómari - endiliga - bríkslaði fyri frísparki, tá hildi var í Keita.

Komandi dystur hjá B68 verður næsta týsdag, tá AB kl. 18.00, tekur ímóti á Argjum. Tann dysturin skuldi upprunaliga verða leiktur komandi sunnudag, men FSF hevur ongan dómara tøkan til dystin.

Koyr á B68.

B68

Petur Meinhard Magnussen - Niklas Joensen, Oddur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Øssur Hansen - Jóhan Petur Poulsen (Kristian Anton Andreassen 65.), Ndende Adama Gueye, Eli Simonsen, André Olsen (Jóhan Dávur Højgaard 53.) - Remi Langaard (Jonleif Højgaard 65.) - Ahmed Keita.

 

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.