Hjarnar úttikin til U15

Týsdagin 8. mai fer føroyska U15-landsliðið við dreingjum til kapping í Esbjerg í Danmark. Øssur Hansen er venjari hjá U15-dreingjunum, og ímillum teir 18, sum eru úttiknir, er Hjarnar Johansen úr B68.

Um Hjarnar kann sigast, at hann er tekniskt væl fyri, tímir væl at venja, vil altíð vinna bæði til venjing og í dysti. Honum dámar best at spæla á teimum offensivu plássunum, men hann er eisini ein leikari, ið mest sum kann spæla á øllum plássum á vøllinum. Hann smæðist heldur ikki, tá tað kemur til nærdystir og taklingar, hóast hann ikki er av hægstu leikarum.

Talan er annars um Esbjerg Elite Cup, har lið úr Danmark og fleiri av hinum norðanlondunum luttaka. Sjálv kappingin verður spæld í døgunum 9. til 12. mai, og hesar dagarnar skal føroyska liðið spæla seks dystir. Mótstøðuliðini vera Vejle BK, B93, Ready IF, AHIF og Kvarnby IF, og síðani verður endað við plaseringsdysti.

Her frá ynskja vit Hjarnari hjartaliga til lukku við úttøkuni, og góða eydnu í kappingini.

Koyr á B68