Dato: 3/28/2003
Sent inn: O'malley
Email: ikki upplýst

1 deild spælir kl 13:00 í morgin. Lat okkum møta fjølment at stuðla. Eg haldi tað hevði verið eitt gott hugskot um vit settu okkum saman á ein bonk í ovaru síðu í alt ár so vit standa meiri saman. Vit hava fleiri ungar á liðnum. Tað er sera týdningarmikið, at vit stuðla teimum ekstra nógv.


Dato: 3/28/2003
Sent inn: -
Email: ikki upplýst

2. deild hjá B68 spælur í Gøtu sunnudagin kl. 15 móti 3. deild hjá GÍ.
Dato: 3/28/2003
Sent inn: ÆLMUR
Email: ikki upplýst

NÆR OPNAR TANN NYGGJA HEIMASÍÐAN HJÁ B68 ?

WWW.B68FAN.COM
Dato: 3/28/2003
Sent inn: yllas
Email: ikki upplýst

Dysturin hjá kvinninum bleiv ikki spældur, vegan at eingin dómari var.
Dato: 3/27/2003
Sent inn: spælari
Email: ikki upplýst

1 Deild kvinnur spæla móti F.S.Vágun har vestri kl 20.00
Hetta er fysti steypa dystur.
Dato: 3/26/2003
Sent inn: Ein hóvligur skrivari
Email: ikki upplýst

Eg havi altíð fylgt væl við her á heimasíðini. Var sera harmur tá túnatosið var tikið vekk. Men mín meinig er at tað er líka gott einki túnatos at hava tá man bara skal skriva rós og heldur ikki kann diskutera trupuleikar. Sjálvandi skal alt vera við máta. Og tað tíðina túnatosið var. Tá var síðan uppdatera hvønn dag. Og fleiri ferð um dagin. Men nú tímur man ofta ikki at kaga inná tí bara gomul tíðindi eru.
Dato: 3/26/2003
Sent inn: Aksel
Email: ikki upplýst

Fótbóltur:
B.68 2.deild - NSÌ 3.deild spæla mikukvøldi kl. 20.00 á Svangaskarið.
Dato: 3/22/2003
Sent inn: Ein b68 áskoðari
Email: ikki upplýst

Eg vil bara ynskja b68 alt tað besta í komandi árið og vóni teir fara at klára seg ógvuliga væl :)
Dato: 3/22/2003
Sent inn: Jógvan H.
Email: ikki upplýst

B68 fekk bert javnleik 2-2 á Tvøroyri. Teir førdu bæði 1-0 og 2-1 í (hálvleikinum).
Ein B68-trýssari fekk reyða kortið týðliga í fyrra hálvleiki (dumt, ógvuliga dumt..).
Jóan P. og Fróði B. skoraðu eftir hvat eg havi frætt.
Men hetta er ikki nøkur skandala. Kom aftur B68 og áskoðarar, komið fjølment og stuðli næsta vikuskifti móti FSV.
Dato: 3/22/2003
Sent inn: Jógvan H.
Email: ikki upplýst

Hvat kl. spælir 1 deild á Tvøroyri. Er tað nakar, ið veit?
Dato: 3/22/2003
Sent inn: A-B
Email: ikki upplýst

B68 er eitt taparalið
Dato: 3/21/2003
Sent inn: Jóhannus
Email: ikki upplýst

Unglingar: B68 og EB/Str. spæla venjingardyst á Toftum mánakvøldið 24/3-2003, kl. 20.00.
Dato: 3/21/2003
Sent inn: Aksel
Email: ikki upplýst

Fótbóltur:
B.68 2.deild - NSÌ 3.deild spæla leygardagin 22. mars kl. 17.00 í Runavík.
Dato: 3/21/2003
Sent inn: hansy
Email: hansyafs@hotmail.com

hey

jep det gør jeg, skal hilse fra Lív. :)

Hansy
Dato: 3/20/2003
Sent inn: Jesper
Email: Jespernielsen20@ofir.dk

hey Hansy

Husker du mig? Jesper fra Fredericia. Bogi´s klasse.
Hils alle
Jesper
Dato: 3/19/2003
Sent inn: ???
Email: ???

eg vil bara ynskja tykkum alt tað besta í ár og at tit fara at klára tað gott :smile
Dato: 3/19/2003
Sent inn: Hansy
Email: ikki upplýst

Hej Jesper.

Tak for din hilsen.

Hansy :)
Dato: 3/18/2003
Sent inn: Jesper
Email: Jespernielsen20

Hey
Er det muligt at man kan få oversat noget af denne hjemmeside. Det er jo umuligt at finde rundt, hvis man ikke forstår færøsk
Jesper

p.s. COME ON HANSY OG LIV
Dato: 3/18/2003
Sent inn: Danvør
Email: venligesild@yahoo.dk

Malan Højgaard er den bedste fodboldspiller... Go Malan.. Love you og tillykke med udvælgelsen... Kunne være skide skægt hvis hun læste dette...
Dato: 3/18/2003
Sent inn: Danvør
Email: venligesild@yahoo.dk

Malan Højgaard er den bedste fodboldspiller... Go Malan.. Love you og tillykke med udvælgelsen... Kunne være skide skægt hvis hun læste dette...:biggrin
Dato: 3/18/2003
Sent inn: eg
Email: ikki upplýst

Hvat klokkan verða dystirnir leygardagin(løgmanssteypið)?
Dato: 3/15/2003
Sent inn: Fotbolti.net
Email: ikki upplýst

Samkvæmt Morgunblaðinu í morgun hefur Albert Sævarsson, markvörður knattspyrnuliðs Grindvíkinga til margra ára, gengið til liðs við færeyska félagið B68 frá Tóftum og hyggst leika með því næstu tvö árin.

Albert hefur dvalið í Færeyjum undanfarnar vikur og leikið með liðinu á undirbúningstímabilinu og að sögn Ingvars Guðjónssonar, framkvæmdastjóra knattspyrnudeildar Grindavíkur, bera forráðamenn færeyska liðsins mikið lof á frammistöðu Alberts.
Albert er 29 ára og hefur verið aðalmarkvörður Grindvíkinga frá fyrsta ári þeirra í efstu deild, 1995. Hann er leikjahæsti leikmaður félagsins í deildinni með 133 leiki og þar af lék hann 121 í röð, allt frá sínum fyrsta leik og þar til hann missti af byrjun síðasta Íslandsmóts vegna meiðsla.

B68 varð í sjötta sæti færeysku deildarinnar á síðasta ári. Félagið hefur þrívegis orðið færeyskur meistari, síðast árið 1992. Heimavöllur félagsins, Svangaskarð, var til skamms tíma eini grasvöllurinn í Færeyjum og þar hafa Færeyingar leikið flesta landsleiki sína eftir að þeir byrjuðu að spila á heimavelli í alþjóðlegum mótum. En allt þetta kom fram í Morgunblaðinu.
Dato: 3/14/2003
Sent inn:
Email: ikki upplýst

Dysturin hjá 1 deild verður ikki ímorgin. 2 lið spælur kl 13.00 ímótið GÍ
Dato: 3/14/2003
Sent inn: Høgni
Email: ikki upplýst

Smádreingirnir byrja at venja mánadagin kl. 17:30
Dato: 3/14/2003
Sent inn: Juve
Email: ikki upplýst

Flott at síggja teir 4 ungu debutantarnar (Malan Højgaard, Henny Joensen, Gurið Tausen og Hanna Isaksen)sum spæla við 1.deild kvinnum í móti GÍ.
Dato: 3/14/2003
Sent inn: YLLAS
Email: ikki upplýst

kvinnurnar vunnu dystin í gjár 2-0. Lív Hansen og Mary Ann Isaksen skoraðu.
Dato: 3/12/2003
Sent inn: sd
Email: ikki upplýst

Ronni hevur ongantíð veri og vant í ár. Men hann fer kanska at byrjað skjótt. Hann býr í Havn, og tí liggur tað ikki so væl fyri hjá honum at venja. Onkur roynd er hjá honum eisini nú. Men vónandi fer hann at byrjað skjótt.
Dato: 3/12/2003
Sent inn: Aksel
Email: ikki upplýst

Vegna kvinnudyst hóskvøldi,
verur venjingin hjá 2. deild flutt til fríggjakvøldi kl. 19.00
Dato: 3/12/2003
Sent inn: O'Malley.
Email: ikki upplýst

Var á Svangaskarði mánakvøldið. Tá sá eg bæði Gestur og Ronnie til venjing. So teir eru kanska byrjaðir nú.
Dato: 3/12/2003
Sent inn: Smádrongur
Email: ikki upplýst

Tað er for galið at smádreingirnir ikki eru byrjaðir at trena enn..
Dato: 3/12/2003
Sent inn: Juve
Email: ikki upplýst

Nú verður tað skjótt at Gentur 14-17 ár byrjað at spæla, og stadivekk eru tær ikki byrjaðar at trena. Tað er for vánaligt, tí í ár verða tær góðar, tá ið B68 hevði innandura kapping, fingu tær bæði gull og silvur.
Dato: 3/12/2003
Sent inn: Toftamaður
Email: ikki upplýst

Eg var ofta og hugdi meðan 1. deild vandi í fjør. Havi hugt okkurt um 6 ferð í ár. Mær saknar nakrar ungar góðar spælarar, ið vandu í fjørð. Spælarar sum Gestur, Eyðun og Ronni havi eg ikki sað á vøllinum í ár. Veit nakar at siga mær hví teir ikki venja?
Dato: 3/11/2003
Sent inn: O'Malley
Email: ikki upplýst

B68 skal til Suðuroyar fyrsta dyst í kappingini um løgmanssteypi. Tað verður annahvørt TB ella Royn.
Dato: 3/11/2003
Sent inn: O'malley
Email: ikki upplýst

Tað stendur á heimasíðuni, at B68 eisini spælir venjingardyst hóskvøldið móti GÍ. Hvat kl. verður hann.
Dato: 3/11/2003
Sent inn: xy
Email: ikki upplýst

Fótbóltur:
Leygardagin 15 mars.kl 13.00
B.68 - Gí 1. deild, aftaná
B.68 - Gí 2. deild.
Dato: 3/11/2003
Sent inn: yllas
Email: ikki upplýst

1.Deild kvinnur spæla vinardyst Hósdagin kl 19.00
móti GÌ.
Dato: 3/9/2003
Sent inn: ikki upplýst
Email: ikki upplýst

Nokso bíttur spurningur um Túnatos skal koma aftur tí SJÁLVANDI skal tað koma aftur tað halda øll!!
Dato: 3/8/2003
Sent inn: Darío Nicolás Moccia
Email: hobby@arqa.com

H.F.C.
hobby@arqa.com
Friends of the one:

We write them to greet them and to tell them that the HOBBY F.C. it collects and it exchanges badges and soccer pennants, we would like to have in our collection something of their Club, especially their logo and data but complete.
Thank you
Post Address: Headquarters:
HOBBY F.C. Belelli Nº 1.066, (1828) Banfield
Casilla de Corre Nº 31 Provincia de Buenos Aires,
(1832) Lomas de Zamora, ARGENTINA
Provincia de Buenos Aires,
ARGENTINA

SPONSOR OF HOBBY F.C.
EMBLEMAS DEPORTIVOS ARTESANALES S.A.
HANDMADE SPORT EMBLEMS
E.D.A.S.A
edasa@arqa.com
Dear Friends

They would interest them to manufacture their metallic badge enameled to fire by 1,20 Euros each one, with a minimum of 25 units, pennants of 9,00 cm x 12,00 cm to 1,50 Euros stamped minimum 25 units and key rings at 2,50 Euros, minimum 25 units, in all the cases but the registered mail, below a sample of the 3 models. Of 25 units up to 100 units in the 3 models is the same price, but of 100 units a discount of 10% in the 3 models
Can we send him some samples? Thank you

Ms. Patricia Clara Oddi

Business Office & Factory
E.D.A.S.A.
Salta N º 715,
(1832) Lomas de Zamora
Provincia de Buenos Aires
ARGENTINA Fax: (005411) 4.282.1662
Dato: 3/3/2003
Sent inn: Aksel
Email: neskomah@post.olivant.fo

2. deild. Venjingin byrjar í kvøld 3. mars kl. 19.00
Dato: 3/3/2003
Sent inn: Juve
Email: ikki upplýst

Eg sá dystin ímóti HB, og legði til merkis, at um B68 skal gera galdandi í ár, so má gerast okkurt við formin
Dato: 3/1/2003
Sent inn: -
Email: ikki upplýst

3-8!!! Ja, hattar er ikki nakað serligt, men var tíbetur ein venjingardystur.
Dato: 2/28/2003
Sent inn: Túnus
Email: ikki upplýst

Gott at síggja at kvinnurnar eru farnar í gongd aftur og at tær verða væl "mannaðar". Eg havi sæð Kristinu Eyðbjørnsdóttir spæla og hon er ein knassi. Vælkomin Kristina og væl aftur komin Mortan, tað verður spennandi at fylgja tykkum í ár.
Dato: 2/26/2003
Sent inn: O'Malley
Email: ikki upplýst

B68 vann 3-0 móti FSV í kvøld. Fróði Benjaminsen 2 og Jann Ingi 1. Liðini vóru tætt við, at verða fullmannaði. FSV manglaði ein brassa (Clayton) og Johannus Joensen (Skaddir).
B68 manglaði Hans Fróða, Boga og Arnfinn.
Dato: 2/26/2003
Sent inn: Juve
Email: ikki upplýst

2-0 móti HB, sera flott, men vøllurin er also vánaligur.
Dato: 2/25/2003
Sent inn: 100% B68'ari
Email: ikki upplýst

Til Anti-HB'arin:
Kjaksíðan bleiv niðurløgd, tí sovorið sum tú kemur fjasandi við, als ikki hoyrir heima her. Tað sum stendur á síðuni hjá HB, passar, so tað stendur eftir í. Vónandi verður vøllurin á Toftum skiftur skjótt. Hann er næstan líka ringur sum tann í Vági.
Dato: 2/25/2003
Sent inn: 123
Email: ikki upplýst

1 mars HB-B68 kl. 15.00
Dato: 2/24/2003
Sent inn: Anti HB-ari.
Email: ikki upplýst

Tað var synd í HB á Toftum leygardagin skal man trúgva HB-heimasíðuni. Ringur dómari, ringur vøllur og ungir spælarar.
Teir hava nokk ikki hugt eftir aldrinum á B68 leikarunum. Málini blivu skora av einum 16 ára gomlum og einum 17 ára gomlum meðan tað í seinna hálvleiki vóru tveir 16 ára gamlir og tveir 17 ára gamlir og ein 19 ára gamal á vøllinum.
Tað manglaðu 6 HB stuðulsleikarar og 3 B68 stuðulsleikarar. Tað burdi HB kunna klára.
Og so eigur ein afturlegging, sum málmaðurin tekur, at geva fríspark.
Nei taki tað nú róligt á HB heimasíðuni. Verið eitt sindur seriøsari. Hetta er venjing. Hetta er ikki kríggj millum Svangaskarð og Tórsvøll.
Dato: 2/24/2003
Sent inn: veit ikke!
Email: ikki upplýst

also 1 deild kvinnir skulu spæla skjótt..og tær eru ikki begintar at venja enn...
vanaligt!!!
Dato: 2/23/2003
Sent inn: Baddi Lofts
Email: baddilofts@hotmail.com

Þið verðið meistarar með Albert í ykkar herbúðum, hann klikkar ekki á þessu. ÁFRAM B68.

ps. WWW.BADDI.TK
Dato: 2/22/2003
Sent inn: Oystarin
Email: ikki upplýst

2-0 til B68!!! Veldugt, ikki bara úrsliti, men eisini spæli var ótrúliga gott til tíðir. Og so málskorarnir! Hvat skal man við nýggjari styrk til álopi tá man hevur tveir so ungar og evnaríkar spælarar sum Kristian Anton og Jóhan Petur!!! Veldugt B68
Dato: 2/22/2003
Sent inn: Bárð
Email: ikki upplýst

Eg vil á hendan hátt siga tykkum webmastarum, at tað riggar ikki at koma inn á heimasíðuna hjá B68 gjøgnum Sportal.fo. Bæði í dag og seinast eg ætlaði mær inn á hesa heimasíðuna gjøgnum linkin ella hvussu tað eitur á Sportalinum mislukkaðist tað. Tað sum kemur upp er bara "siden kan ikke vises". Kanska tit kunnu gera okkurt við tað ella gera Føroya Tele vart við tað, takk fyri.
Dato: 2/22/2003
Sent inn: tolli
Email: ikki upplýst

í dag skal so spælast í móti hb, vónandi fara tit at vísa frank skytte hvat er besta lið
Dato: 2/21/2003
Sent inn: -
Email: ikki upplýst

Arnfinn fylti 26 ár 18. februar. Og vónandi fær hann nógva spælitíð í ár. Kory á.
Dato: 2/21/2003
Sent inn: Líka mikið
Email: Liverpool@hotmail.com

Halló í dag fyllur Katrin H í 6 Flokki 13ár besti málmaður í verðini

TILUKKU
KATRIN H
Dato: 2/20/2003
Sent inn: Túnus
Email: ikki upplýst

Hugaligt at hoyra at Jan Ingi og hinir ungu klára seg so væl á landsliðnum, eg vænti at hetta verur tað stóra ári hjá Jan Inga.
Dato: 2/19/2003
Sent inn: o
Email: ikki upplýst

Ja, hettar sær bara gott út hjá B68 í ár, enduliga byrjað teir at brúka sítt egna fólk aftur. Men kundi hugsa mær, at Petur Mohr brúkti dystin móti LÍF, bara til nýggjar mans. Og lata hinar sum uttan iva vera fastir á liðnum, sita uttanfyri einafer. Men sjálvandi skal tað vera venjarin sum setur liðið, so eg vil ynskja honum alt tað besta, líka mikið hvat hann ger. Koyr á B68 smile
Dato: 2/19/2003
Sent inn: Juve
Email: ikki upplýst

Gott at síggja hvussu góða byrjan B68 hava fingið við so nýggjum og ungum liði, tað er ikki neyðugt at vinna áðrenn kappingin byrjar
Dato: 2/18/2003
Sent inn: -
Email: ikki upplýst

Deiligt at síggja, at Súni Fríði kemur aftur til B68. Hann skal vera meir enn vælkomin.
Dato: 2/18/2003
Sent inn: b68fan
Email: ikki upplýst

líka ein rætting? Jóhan Petur er 16 ár og fyllur 17 í ár!
Dato: 2/18/2003
Sent inn: O'Malley
Email: ikki upplýst

Eg gloymdi eitt. Stuttligt, at síggja teir báðar 17 ára gomlu Jóhan Petur og Kristian Anton skora hvør sítt mál við the grand old man Øssur sum uppleggjara.
Dato: 2/18/2003
Sent inn: O'Malley
Email: ikki upplýst

Tað var stuttligt, at síggja í kvøld, hvussu gott b68 kann spæla. Teir útspældu nærmast KÍ í flottum kombinatiónum tann fyrsta tíman av dystinum og fingu 3 ógvuliga góð mál. Tað var næstan synd í KÍ hesa løtuna. Bert spell, at vit geva KÍ 3 bílig mál til síðst. Tað mugu vit til at gera betur í framtíðini.Men útskiftingar og influensa hjá nøkrum spælarum hava sikkurt eisini sett síni spor so teir ikki orkaðu til síðst. Men tað sær spennandi út. Koyr á B68.
Dato: 2/15/2003
Sent inn: -
Email: ikki upplýst

B68 tapti 3-2 mikukvøldi í Klaksvík. Hans Fróði og Jóhan Petur skoraðu hjá B68. Hans Fróði gjørdi eisini eitt sjálvmál!!!
Dato: 2/14/2003
Sent inn: 1
Email: ikki upplýst

Dysurin B68 - KÍ er útsettur til tysdagin 18.02
B68 - LÍF spæla hósdagin 20.02
Dato: 2/14/2003
Sent inn: O'Malley.
Email: ikki upplýst

Púra einigur við juve. Tað er stuttligt, at síggja, at vit hava so nógvar ungar og evnaríkar spælarar. Teir skulu eisini hava møguleikan.
Men vit verða noyddir, at hava styrk uttanífrá fyri at gera okkum galdandi. Men tíbetur sær tað út til, at vit hava brúk fyri færri og færri uttanífrá tí vit endiliga fáa nakrar spælarar sjálvir, sum kunnu gera seg galdandi.
Annars haldi eg, at tað einasta vit nú mangla er ein klassaáleypari ikki fyri, at taka nakað frá okkara ungu áleyparum, men eg vænti ikki, at teir einsamallir klára at bera álopið gjøgnum eitt langt kappingarár í 1 deild.
Men teir skulu hava møguleikan.
Annars ein áheitan til áskoðarnar í ár. Latið okkum nú byrja alt fyri eitt, at stuðla okkara monnum alt tað vit kunnu óansæð hvør er á liðnum.
Koyr á B68.
Dato: 2/13/2003
Sent inn: juve
Email: ikki upplýst

Tað er gott at síggja at teir ungu klára seg so væl sum teir gera. Tí er tað umráðandi at satsa uppá teir og ikki uppá útlendingar og avbygdafólk.
Dato: 2/12/2003
Sent inn: B68-fan
Email: ikki upplýst

Hevði tað ikki verið eitt hugskot at fingið heimasíðuna hjá Brøndby við undir slóðir her á heimasíðuni nú Jón Rói Jacobsen er við at spæla seg til fast pláss á liðnum. Hann hevur verið við tríggjar teir seinastu venjingardystinar, og lati okkum eisini fáa heimasíðuna hjá OB við so vit fáa at vita hvussu royndarvenjingin hjá Jákup á Borg gongur. Hesar báðar kunnu koma ístaðin fyri t.d. Hvidovre og onkra aðra, sum ikki hevur nakað við Føroyar at gera.
Dato: 2/11/2003
Sent inn: mr. xxxxxxxxxxxxxxxx
Email: ikki upplýst

veit nakar nær dreingir birja at trena? ella um dreingir hava fingi ein trenara?
Dato: 2/11/2003
Sent inn: ertin
Email: ikki upplýst

hej
Dato: 2/10/2003
Sent inn: skála-fan
Email: ikki upplýst

ålereit, skála.
Nú hevur B68 tapt 2 dystir í trekk móti skála.
Dato: 2/9/2003
Sent inn: O'Malley
Email: ikki upplýst

Hej Webmaster. Tað var ikki Bogi, ið skoraði tað fyrsta málið, men avloysarin hjá Boga í álopinum Kristian Anton Andreassen. Ein spennandi framtíðarmaður.
Dato: 2/7/2003
Sent inn: Sarge McHendry
Email: Al-Revur@milnet.Irak.IR

har er ikki stórvegis broytt. tað hevi ikki veri so gali at fingi at vita hvussu man slapp inn har.
Dato: 2/7/2003
Sent inn: O'Malley.
Email: ikki upplýst

Hvussu opnar man hana. Eg dugi ikki, at síggja, at hon er broytt. Tað er bert tann sama forsíðan, sum hevur verið har í eina tíð.
Dato: 2/6/2003
Sent inn: B68 fanur
Email: ikki upplýst

heimasíðan WWW.B68FAN.COM er nú opnað, hygg og nýtið tí nýggju síðina ! ! ! ! ! ! ! !
Dato: 2/5/2003
Sent inn: islendingur
Email: ikki upplýst

Tann Íslenski málmæðurin, trívist bara heilt væl hjá b68.Hann hevur í hvussu so er,veri ein av bestu monnum í Grindavik, hetta verður spennandi at fylgjast við hvussu fer at genga hjá b68 í ár.
Dato: 2/4/2003
Sent inn: Túnus
Email: ikki upplýst

Hví gongur tað næstan ein evigheit áðrenn man sleppur inn á Gestabókina, eg rokni við tað ger, at nógv ikki koma inn har tí tey tíma ikki at bíða.
Dato: 2/3/2003
Sent inn: Forvitin
Email: ikki upplýst

Er tað nakar, ið veit um Súni F. møguliga kemur aftur til B68 ella um hann fer til FSV. Vit mangla jú áleyparar.
Dato: 2/3/2003
Sent inn: Líka mikið
Email: ikki upplýst

HVUSSU BER TAÐ TIL AT B68 BLÍVA IKKI NUMMAR EITT TAÐ EIGA TEIR

SKÓTIN Í BØ ELSKAR TEG<3
Dato: 1/30/2003
Sent inn: Uni
Email: unihj1990@hotmail.com

Ert tú fótbólts-fan? So fær inn á www.uniholmjohannesen.subnet.dk! Har fært tú í hvussu er eitt sindur at vita...
Dato: 1/28/2003
Sent inn: ullllus
Email: ikki upplýst

vinardystur verdur millum B68 - Skála sunnudagin á Svangaskardi. Kl. ?
Dato: 1/27/2003
Sent inn: ikki upplýst
Email: ikki upplýst

Nær byrja Dreingir at venja aftur???
Dato: 1/21/2003
Sent inn: Túnus
Email: ikki upplýst

Tað verður spennandi at fáa málmann úr Íslandi. Íslendingar og føroyingar hava frá slupptíðini av altíð skilt væl hvønn annan so eg ivist ikki í at hann fer at fella til frá fyrsta degi. KOYR Á B68.
Dato: 1/18/2003
Sent inn: sd
Email: ikki upplýst

Fer Messias til NSÍ, so hevur NSÍ gjørt eitt ordans kupp. Messias var ein tann besti hjá B68 í fjør, og haldi eg, at B68 hevur gjørt ein feil, ikki at hava hann aftur í ár. Eg vil bara ynskja Messias alt tað besta í NSÍ.
Dato: 1/18/2003
Sent inn: Oystarin
Email: ikki upplýst

Eg havi hoyrt at Messias er farin til NSÍ!!? Passar tað?? "Tey" siga at hann er skrivaður uppá leikarahópin í NSÍ-hølinumHopi ikki at tað passar, men nógv siga tað!!!
Dato: 1/13/2003
Sent inn: Útisetin
Email: ikki upplýst

Tíverri skriva Todi Jónsson og FCK ikki undir nýggjan sáttmála, tað var keðiligt fyri okkum føroyingar, sum halda við FCK. Tað ljóðaði herfyri, at AGF hevði áhuga fyri Toda tí teir mangla ein klassaáleypara. Tað hevði nokk verið tað frægasta um hann ikki heldur fram í FCK. Men eg taki hattin av fyri Toda, at hann ikki bara makkaði rætt fyri hasum stórsnútaða Hans Christian Holmstrøm. Gott pressa Todi. Kanska er síðsta orðið ikki sagt í málinum millum Toda og FCK?
Dato: 1/12/2003
Sent inn: B36ari
Email: ikki upplýst

hey hey B68 høvdu tit kunna verði eitt sindur nógv betiri so hevði tað verði naka annað

lurti eftir mær tað hjálpir
Dato: 1/11/2003
Sent inn: Uni
Email: unihj1990@hotmail.com

Eg haldi at eitt lið sum B68 eigur, og skal gera seg galdandi í oddinum.
Dato: 1/10/2003
Sent inn: VIT!!!
Email: ikki upplýst

SJÁLVANDI vilja vit (GENTIR) hava 14-17 lið í ár..
melda eitt Gentir 14-17 lið inn i kappingina...
vit fáa gott manna eit lið í ár.
hopi at at skjótt sleppa at sparka aftur í ár við GENTIR 14-17!
Heilsan
VIT!!! SUM VILJA SPARKA!!!
Dato: 1/10/2003
Sent inn: Sagre McHendry
Email: ikki upplýst

hvussu er hasin íslendski málverjin ! Er hann góður.

Nicklas mann sikkurt hava tosa við FCK um Toda so vit hava tað fínt
Dato: 1/8/2003
Sent inn: ullus bullus
Email: ikki upplýst

man Niklas Davidsen ikki hava tosa vid TODA :o)

hann hava vit rád ! ! !
Dato: 1/8/2003
Sent inn: ullus bullus
Email: ikki upplýst

nei, tí man kann ikki skrivad tad sum man vil á hesi heimasídini, men tad kemur man st kunna gerda á tí nýggju. Har ferd man eisini kunna at keypa Jakkar, Húgvur, turriklød, seingjaklædi og annad av b68.

P.s
vit mangla ein kjak sidu í Føroyum, har man kann siga tad sum man heldur um fótbólt ! ! ! ! ! ! ! ! ! !

Dato: 1/7/2003
Sent inn: Túnus
Email: ikki upplýst

Tað ljóðar gott við nýggjari fan-síðu umframt hesa Heimasíðuna hjá B68, men hevði tað ikki veri betri at samla allar góðar kreftir um hesa heimasíðuna sum eg haldi er tann frægasta heimasíðan í føroyskum fótbólti?
Dato: 1/7/2003
Sent inn: lølle bølle
Email: :0)

nýggj b68 heimasíä er á veg.

www.b68fan.com

har verdur Túnatos
Dato: 1/6/2003
Sent inn: B68ari
Email: ikki upplýst

Halló B68 eg haldi at tit eru fínir.
Men eg hopi at tit klára tykkum tit uttan úttlendingar í ár, so haldi á B68.
tit eru bara BEST ja tað vita nokk øll men samma ger.....!
Heilsan
B68arin.....!
Dato: 1/2/2003
Sent inn: O'Malley.
Email: ikki upplýst

Nei passa hesir upplýsningarnir sær tað ikki so galið út. Kunnu vit hava einar 7-8 toftamenn við hjartanum á røttum stað á liðnum samstundis, plus 3-4 at styrkja um liðið so sær tað spennandi út.
Koyr á B68. Vit koma sterkt aftur í ár. Eg vóni bara, at vit kunnu mobilisera eitt gott kór av stuðlum beinanvegin. Teinkji yvir tað.

 

 


Dato: 1/2/2003
Sent inn: Eg
Email: ikki upplýst

Havi hoyrt, at allir hava skriva undir ella so gott sum. T.v.s okkara menn Øssur, Fróði B. Jann I. osv. Hans F. hevur kontrakt í forvegin og so hava vit Dánjal. Annars havi eg hoyrt, at málmaðurin hjá Grindavík er á trappuni (so nú koma málmennirnir, at eita Albert og Alberg) og, at ein áleypari kemur antin úr Polen ella Jugoslavia.
Saman við fleiri av okkara evnaríku spælarum skuldi tað sæð spennandi út.
Hetta er tó ikki endaliga vátta, men keldurnar skuldu verið í lagið.