«2010»Í dag«Sep»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Næsti dystur

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

Spurningar

Please set active poll

Eldri kanningar

Genturnar komu niður aftur á jørðina

Smágenturnar hjá B68 sum herfyri vunnu steypakappingina, hava ikki fingið tað byrjan, sum tær høvdu ynskt, uppá kappingina í meistarabólkinum. Leygardagin var 2. umfar á skránni, har HB, ÍF og Víkingur vóru mótstøðuliðini, og leikt var í Norðragøtu.

Fyrsti dysturin var ímóti HB, og hóast B68 leikliga var omaná, megnaðu tær ikki at fáa nakað mál, og tað fekk HB hinvegin, og vann dystin 1-0. Dystirnir ímóti ÍF og Víkingi endaðu báðir við javnleiki 0-0, og her var B68 eisini leikliga omaná, men tað eru máliðini sum telja.

Nú ein triðingur er leiktur av kappingini í Meistaradeildini, liggur B68 á fimta flássi við 5 stigum. Næsta umfar verður ikki fyrrenn aftaná summarferiuna.

Støðan

 1.   HB   11 
 2.  EB/Streymur   11
 3.  B36  10
 4.  Víkingur   8
 5.  B68   5
 6.  Skála   3
 7.  KÍ   2
 8.  ÍF   0

B68 liðið í Norðragøtu

Karin Joensen - Durita Skoradal, Jenny í Stórustovu, Sólfríð Djurhuus, Sigurgunn Danielsen - Hertha Skarhamar, Margunn Lindholm, Tórhild K. Olsen, Bára Hansen - Birna Højgaard, Hilma Mikkelsen, Silja Mikkelsen.

 

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.