Gamal kenningur aftur venja besta liðið

Ein vælkendur maður skal aftur venja B68, og talan er um Bill Mc. Leod Jacobsen.

Bill er ein sera vældámdur maður her um leiðir, og hevur ikki færri enn ca. 7 ár á bakið her í felganum.

Bill kom til B68 á fyrsta sinni í 2006, har hann fyrst tók sær av ungdómsarbeiðinum í felagnum, og so seinni tók sær av besta liðinum, har hann í 2009 megnaði at fáa besta liði uppá eitt 5. pláss í bestu deildini.

Afturat øllum hesum hevur hann eisini vant fleiri U-landslið gjøgnum árini.

Vit vilja nýta høvið at bjóða Bill hjartaliga vælafturkomnan til B68 og bestu eydnu við komandi kappingarárið.

Sí hagtølini hjá Bill á Faroesoccer

Vilja vit eisini takkað Súna Olsen fyri farna kappingarár, og ynskja honum bestu eydnu framyvur.

Koyr á B68!