Fótbóltslógin 2018

Endamálið við Stevnuni er, at tryggja so einsháttaða avgreiðslu av teim einstøku dystunum sum gjørligt, so bæði tryggleikin hjá leikarunum, undirhaldsvirðið í dystunum og andin í fótbóltslógini verða havd fremst í huga.

Fótbóltur er størsta ítróttin í heiminum. Fótbóltur verður spældur í øllum londum og á nógvum ymiskum stigum. Fótbóltslógin er galdandi fyri allan fótbólt í heiminum; heilt frá HM finaluni til ein dyst millum børn í einari lítlari bygd.

Tað, at sama lóg er galdandi í øllum dystum í øllum sersambondum, londum, býum og bygdum í øllum heiminum er sera styrkjandi, og eigur hetta at varðveitast. Hetta er eisini ein møguleiki, ið eigur at gagnnýtast – fótbóltinum at frama allastaðni.

Fótbóltur má hava reglar, sum tryggja, at spælið er „rættvíst“, tí at eitt avgerandi grundarlag í vakurleikanum í „tí vakra spælinum“ er rættvísi – hetta hevur alstóran týdning fyri „andan“ í spælinum. Teir bestu dystirnir eru teir, har tað sjáldan er tørvur á dómaranum, tí leikararnir spæla við virðing fyri hvørjum øðrum, dómarunum og Fótbóltslógini.

Reinleikin í Fótbóltslógini og hjá dómarunum, sum nýta hana, má altíð verjast og virðast. Øll, sum hava myndugleika – serliga venjarar og liðskiparar – hava eina týðiliga ábyrgd yvir fyri spælinum at virða dómararnar og avgerðir teirra.

Vónandi er Stevnan viðvirkandi til at feløg, venjarar og leikarar fáa góðan kunnleika til tulkingina av (A) fótbóltslógini og (B) fyrisitingarligu viðurskiftunum.

Tað er ikki tað sama sum at tað altíð er semja um eina avgerð; men virðingin eigur at vera hin sama.

Sí viðhefta pdf´in

S-T-E-V-N-A-2-0-18.pdf