Ein trúgvur B68 stuðul er farin

  Tíðliga mánamorgunin 20. februar dróg Julius Olsen sín síðsta andadrátt, og í gjár varð hann borin til sítt seinasta hvíldarstað her á fold – uttanfyri Heygarnar. Hann var føddur fjórða september í 1936 og hevði harvið rokkið kempualdur, nú hann stillisliga legði árarnar inn.

                Vøggan stóð mitt á Toftum, og Julius var toftamaður og B68ari um ein háls. Foreldrini vóru Nanna, sum var oman av Regni, og Wenzel Olsen, nevndur Wenzel í Køkinum. Tey fingu átta børn – Julia, Nicolina, Julius, John, Emma, Jastrid, Vernar og Rúna. Jastrid búsettist á Strondum og øll hini á Toftum. Eftir á lívi eru Nicolina, Emma, Vernar og Rúna.

                Julius búði heima, inntil hann fyri nøkrum árum síðani fór á Sambýlið Vesturskin, og nú hann andaðist hevði hann í eina tíð búð inni á Ellisheiminum.

                Hann var serstakur partur av bygdarmyndini, bæði í arbeiði og frítíðini, og eisini eftir at hann seinnapartin av áttati árunum gavst at arbeiða.

Í nógv ár arbeiddi hann hjá D. P. Højgaard inni í Oyrum, har tað bæði var turkihús og handil. Har var alt møguligt at fáa, og tey flestu høvdu ørindi í Oyrum. Eftir tátíðar máti minti handilin um SMS, har alt fekst til klædna og matna og útgerð og amboð. Har bar til at keypa olju og kolið, sum tey flestu brúktu at fýra við, og har tóku teir ímóti og hagreiddu teir fisk.

                Julius arbeiddi í kolinum, har hansara leiklutur var at viga kolið, sum skuldi í sekkir. Hann bar heilt nógvar kolsekkir.

                Í fiskaarbeiðnum var tað luturin hjá Juliusi við trillubøru at trilla fiskin til turkaríið og frá aftur. Hann fekst við so mangt, og serliga væl dámdi honum at trilla.

                Tá ið ferjulegan á Toftagjógv varð gjørd fyrrapartin av sjeyti árunum, var Julius við í arbeiðnum. Tá var hansara lutur at trilla tungu trillubørurnar (kerrurnar), tá ið teir stoyptu.

                Í fleiri ár var Julius á Nyki. Hann stóð við skrædlaran, tók frá, trillaði bakkar inn til konufólkini, sum reinskóru, og so var hann eisini í saltfiskinum.

                Julius var trúgvur í bæði kirkjuni og missiónshúsinum.

                Á Svangaskarði dámdi honum so sera væl. Dystardagar møtti hann tíðliga upp, og hann tók sína uppgávu í stórum álvara. Hon var at syrgja fyri, at hornafløggini vórðu sett upp, og at tey eftir dystarlok vórðu fingin upp á pláss aftur.

                Undir dystinum var hann øgiliga spentur. Hann koyrdi á sínar menn fyri at fáa teir at vinna. Tað var ikki altíð, at hann var samdur við dómaran, og um hann ikki var samdur við hann, so royndi hann at rætta upp á hann.

                Tá ið grasvøllurin var lagdur á fyrst í níti árunum, var Julius nógv uppií, og eisini tá tók hann sína uppgávu í stórum álvara. Uppgávan var at trumla grasfløgini, tá ið tey vóru løgd á, og vit minnast við gleði aftur á, hvussu spentur hann var at trumla, eftir at síðsta flagið varð lagt á.

                Julius var sera hittinorðaður, og millum toftafólk verður ofta tikið til tað, sum Julius hevur sagt. Eitt nú er tað tiltikið, tá ið Wales spældi á Svangaskarði. Millum spælararnar var Manchester United stjørnan Ryan Giggs. Hann spurdi Julius, um hann var the busdriver, og Julius var skjótur at svara, at tú tvætlar títt tvætl!

                Fyrst í september 2006 var 70 ára føðingardagur á Svangaskarði. Tey vóru mong, sum nýttu høvi at heilsa upp á Julius. Lagið var gott, og Julius var fegin um øll tey, sum vóru í føðingardegi. Men -bráður sum hann var - glapp tað honum av munni, tá ið hann helt, at nú var tíð at fara til hús, at eitt var at koma í føðingardag og eitt annað var at fara avstað aftur!

                Øll vóru góð við Julius, og Julius var góður við øll. Tá ið fyrimyndarligu foreldrini ikki orkaðu meir, hildu systkini fram við at vera um hann. Tað vóru tey eisini, nú hann ikki orkaði meir og flutti í teir ævigu bústaðir.

                Hvíl í friði, okkara kæri bygdarmaður og vinur.                    

                                                                                                                                Niclas