(Savnsmynd)

Dystarfrásøgn: Triði tepri heimasigurin á rað

Í góðveðrinum leygardagin hevði B68 vitjan av Giza Hoyvík, har B68 hevði somu uppstilling sum seinast, og dómarin Bent Tommy Linklett var eisini hin sami sum seinast.

B68 leikararnir vóru stríðshugaðir frá fyrsta bríksl, og settu beinanvegin Giza Hoyvík undir eitt stórt trýst. Tað gav eisini úrslit longu í 10. minutti, tá Niklas Joensen stútaði eitt innlegg í málið til 1-0 til B68. B68 helt á fram at trýsta, men ístaðin fyri at skora uppá upplagdan málkjans til 2-0, javnaðu Giza Hoyvík til 1-1 uppá eina langa sending, har Tór av Skarði gjørdist leysur og skoraði.

B68 helt sum áður á fram at trýsta og málkjansirnir vóru eisini fleiri, og B68 legði seg aftur á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki; Eftir gott álop í høgru síðu, endaði tað við, at ein hart pressaður verjuleikari hjá Giza Hoyvík fekk seinasta fótin á til 2-1 til B68. Restin av fyrra hálvleiki, var mest sum alt eitt langt trýst á Giza Hoyvík málið, men hóast fleiri góðar atsøknir, eydnaðist tað ikki hjá B68 at fáa fleir mál.

Seinni hálvleikur byrjaði heldur varliga, men tá 8 minuttir vóru leiktir fekk Svein Justinussen órógva ein verjuleikara so mikið nógv at hann ikki fekk bóltin burtur, og Svein gjørdist leysur og skoraði trygt til 3-1 til B68. Eftir hetta tóktisk tað sum um, at for eitt gear niður, og Giza Hoyvík kom meir við í dystin, men uttan veruliga at gerast vandamiklir, har teir eisini vóru stinnir í verjuni, og Petur Meinhard Magnussen kom eisini væl út úr málinum, tá bólturin var sendur innfyri. Óli Højgaard Olsen, sum hevur verið skaddur, var skiftur inn í seinna hálvleiki, til sín fyrsta dyst í ár.

Í yvirtíðini eydnaðist tað Giza Hoyvík at minka um munin til 3-2, eftir eitt gott álop í teirra høgru síðu, har Óli Hansen tveitt seg fram og stútaði innleggið í málið. Men tað var eisini alt for seint hjá teimum, og dómarin bríkslaði stutt seinni fyri seinastu ferð, hóast Giza Hoyvík royndi at seta eitt nýtt trýst á.

B68 vann harvið fult uppiborið, hóast tað enn einaferð gjørdist ein tepur sigur. Næsti dystur hjá B68 verður komandi leygardag, tá HB tekur ímóti í Gundadali.

Hagtøl frá dystunum kunnu síggjast við at klikka á slóðina niðanfyri.

http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=18394&pid=

Koyr á B68