Dystarfrásøgn: Tepur sigur á B71

Í góðveðrinum í dag, vóru sandoyingar á vitjan á Svangaskarði, har fitt av fólki var møtt, tá nýggi FIFA dómarin Kári á Høvdanum bríkslaði dystin í gongd. B71 hevur líka sum B68, fingið 3 stig í teimum báðu fyrstu dystunum, og tí var tað umráðandi fyri bæði liðini at vinna dystin, fyri at hanga í oddinum. Hjá B68 vóru Jann Ingi Petersen, Albert Róin Johannesen og Esmar Clementsen allir klárir aftur, og teir byrjaðu eisini allir inn. At byrja við leikaði javnt á, har sandoyingar stóðu kompaktir á vøllinum, og tað gjørdi sítt til at B68 hevði tað trupult við spælinum. Langt var eisini í millum tey góðu álopini, og tað var eisini næstan bara uppá innlegg og deyðbóltar, at tað líktist nøkrum mál kjansi. Størsta kjansin fekk Tijani Mohammed hjá B71, tá hann eftir horna stútaði bóltin beint framvið málinum.

Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var ein vælleikandi Esmar Clementsen uppá spæl frammi í vinstru síðu, fekk síðani lagt aftur til Albert Róin Johannsen, sum legði væl innfyri, og har var Jonleif Højgaard hægstur og stútaði bóltin í málið til 1-0. Spælið var hereftir tað sama, og langt ímillum mál kjansirnar. Stutt fyri hálvleik fekk leikandi venjari hjá B71 ein góðan mál kjans, tá hann væl spældur fríur, men hann bíðaði for leingi við at avslutta, og Aleksandur Jensen fekk beint bóltin burtur. 1-0 var eisini støðan í hálvleikinum.

Seinni hálvleikur var bara 4 minuttir gamal, tá Esmar Clementsen enn einaferð var uppá spæl, og í staðin fyri at skjóta sjálvur eftir at hann hevði rundað málverjan, spældi hann útfrá til Svein Justinussen, sum skoraði til 2-0. Eftir hetta vóru sandoyingar noyddir longri fram á vøllin, og tað gav eisini B68 fleiri góðar mál kjansir uppá snarálop. Otto Reinert Petersen, Búi í Hjøllum og Emil Ronaldsson vóru eisini allir skiftir inn tíðliga í seinna hálvleiki. Hesa løtuna átti B68 eisini at lukka dystin við fleiri góðum mál kjansum, har B71 einki hevði at bjóða uppá.

Tá 12 minuttir vóru eftir at leika, gjørdust B68 heldir grammir, og tveittu nógv fólk fram, og tá var vandamikli Tijani Mohammed sendur avstað, og hann rann frá øllum og skoraði til 2-1, og óneyðugur spenningur kom í aftur dystin. Tað var eisini líka við at B71 “stjól” tað eina stigið, tá ein B71’ari var púra fríður, menn hann fekk ikki veruliga høvdi á bóltin eftir eitt gott innlegg, og bólturin fór uppum.

B68 vann harvið 2-1 á B71, sum ikki tók av tá teir høvdu kjansirnar í fyrra hálvleiki, og har B68 seinastu løtuna vóru nær við at tveita tryggu leiðsluna burtur. Tríggir frá B71 og tveir frá B68 fingu gult kort, har bara tað eina var fyri fríspark, meðan øll hini 4 vóru fyri tað, sum kemur undir tað tápuliga.

Kortini ein góður sigur fyri B68, sum vann uppiborið, har allir leikararnir eisini stríddust væl fyri hvørjum øðrum. Komandi dystur hjá B68 verður komandi leygardag, tá Skála vitjar á Svangaskarði.

Hagtøl frá dystinum í dag, kunnu síggjast á faroesoccer við at klikka á slóðina niðanfyri

http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=18385&pid=50

Koyr á B68