Dystarfrásøgn: koppaði skeivan veg

Í góðveðrinum á tunnilsdegnum, var oddadystur við Djúpumýru í Klaksvík, har KÍ tók ímóti B68. Undan dystinum var KÍ eitt stig frammanfyri B68. Hjá B68 vóru Esmar Clementsen og Niklas Joensen ikki við vegna skaðar, meðan Jann Ingi Petersen og Albert Róin Johannesen vóru báðir við aftur.

Talan var um ein javnan dyst, har byrja varð eitt sindur varliga, men so við og við kom meiri ferð á. Tá 12 minuttir vóru leiktir, varð eitt útspark frá KÍ málverjanum, stútað víðari til stórtalentið í KÍ álopinum, 16 ára gamli Jonn Johannesen, og hann gjørdist fríur og legði KÍ framum 1-0. Eftir málið setti B68 seg á dystin, har B68 eisini kom fram til fleiri vandamiklar atsøknir á KÍ málið, men inn vildi bólturin ikki. Hinvegin hevði KÍ eisini nakrar góðar málkjansir, men tað varð við 1-0 í hálvleikinum.

B68 helt eisini áfram við at trýsta í seinna hálvleiki, men hóast fleiri spentar støður, gjørdist tað ongantíð veruliga vandamikið. Í seinna hálvleiki, varð KÍ veteranurin Hjalgrím Elttør skiftur inn, og meðan B68 trýstir, kontrar KÍ, har Hjalgrím Elttør finnur ein púra frían Eivind Sørensen, sum síðani skorar til 2-0. Eftir málið fór nógv av gassinum úr ballónini hjá B68, og endaliga úrslitið gjørdist so 2-0 til KÍ.

Tað var ein javnur og væl leiktur dystur, har bæði liðini royndu at spæla góðan álopsfótbólt, men tíverri fyri B68, gekk tað ikki væl at raka málið, tá kjansirnir vóru har. Hóast tapið, er B68 framvegis nr. 2, tí hini bæði oddaliðini, NSÍ og ÍF hittust eisini í dag, og tann dysturin endaði við javnleiki 1-1. KÍ er nú 4 stig á odda í 1. Deild, og man kann ikki annað enn at rósa teimum fyri at vera oddalið í báðum teimum ovastu deildunum í føroyskum fótbólti.

B68 leikar aftur um eina viku, tá ÍF tekur ímóti Í Fuglafirði.

Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast við at klikka á slóðina niðanfyri

http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=18410&pid=50

Koyr á B68