(Esmar Clementsen skoraði einsamalla málið í dystinum í dag.)

Dystarfrásøgn: knógvaðu grannan

Lagið er gott á Toftum í dag, eftir at B68 vann sín fimta tepra sigur á rað, men hesin smakkaði væl betri enn hinir. Undan dystinum var NSÍ eitt stig frammanfyri B68, og tað vóru eisini nógv fólk til dystin, tá Rani Skaalum bríkslaði í gongd. Hóast tað regnaði allan dystin, vóru tað kortini góð fótbóltslíkindir, tí vindurin var eingin. Frá teimum seinastu dystunum var ein broyting at hóma hjá B68, har Óli Højgaard Olsen byrjaði vinstra á bakki fyri Albert Róin Johannesen. Jann Ingi Petersen og Jonleif Højgaard eru framvegis skaddir.

Frá fyrsta bríksl var talan um ein javnan dyst, har B68 leikararnir vóru ógvuliga tendraðir og fleiri ferðir pressaðu teir NSÍ leikararnar at gera mistøk. Kortini var langt ímillum teir heilt stóru kjansirnar, har B68 hevði tann størsta, tá Esmar Clementsen rakti stongina eftir horna. Jann Benjaminsen hjá NSÍ hevði eisini eitt got skot úr 17 metrum, sum fór beint omanfyri.

Tá 26 minuttir vóru leiktir gav tað áhaldandi pressi hjá B68 úrslit, tá B68 vann bóltin av NSÍ’arunum, har Esmar Clementsen fekk fatur á bóltinum, rann frá miðvøllinum og framvið verjuni hjá NSÍ, og skoraði trygt til 1-0 til B68. Stutt seinni varð líka við at Esmar økti til 2-0, men hann skeyt bóltin omanfyri, eftir eitt gott B68 álop og innlegg. Fram til hálvleik royndu bæði liðini seg við tí góða spælinum, har einkultir kjansir eisini vóru at hóma, og tí einu ferðina bjargaði ein B68 leikari á mállinjuni eftir horna.

Seinni hálvleikur var ógvuliga rótutur, har NSÍ royndi at seta B68 undir eitt støðugt trýst. B68 leikararnir stóðu væl á vøllinum, og stríddust væl fyri hvørjum øðrum, og tí gjørdist tað ongantíð veruliga vandamikið hjá NSÍ. B68 hinvegin hevði einkultar málkjansir at økja um leiðsluna tá roynt varð uppá snarálop, men tað varð við 1-0 til B68, sum eisini var fult uppiborið.

Uttan iva ein góður sigur hjá B68, sum nú er nr. 2 í 1. Deild, og fyri fyrstu ferð síðani 1. Umfar helt B68 málið reint. Komandi dystur hjá B68 í 1. Deild verður um eina viku, tá oddaliðið KÍ tekur ímóti í Klaksvík, men har ímillum skal B68 mikudagin leika ímóti HB í kappingini um løgmanssteypið.

Hagtøl frá dystinum í dag, kunnu síggjast við at klikka á slóðina niðanfyri.

http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=18407&pid=50

Koyr á B68

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=TGMLb0LL4_Y]