Dystarfrásøgn: Greiður sigur á Víkingi

Annað vikuskiftið á rað, vann B68 ein greiðan sigur í 1. Deild, har B68 hesaferð vann 5-0 á teimum næstbestu hjá Víkingi, sum fyrr í ár høvdu vunnið stórsigur á B68. Fótbóltslíkindini vóru eisini framúr góð, og fitt av fólki vóru eisini møtt upp á Svangaskarði, tá Aron Sofus Vest bríkslaði dystin í gongd. Hjá B68 var ein broyting frá seinasta dysti, har Bárður Jensen byrjaði inni fyri ein smáskaddan Óla Højgaard Olsen, sum sat á bonkinum.

B68 setti seg tungt á dystin beinanvegin, og hóast tað var heldur rótut, var B68 kortini omaná, men ikki so nógvir kjansir at byrja við. Størsta kjansin hevði Albert Róin Johannesen, tá hann skeyt eitt fríspark á yvirliggjaran. B68 fekk hol á, tá 26 minuttir vóru leiktir, tá Esmar Clementsen royndi seg við langskoti, har Víkinga málverjin hálvbjargaði. Svein Justinussen var kvikur á  leysa bóltinum, og spældi tvørtur um til Pedro Tarancon Anton, sum prikaði bóltin í málið til 1-0. Kanska var bólturin innanfyri áðrenn, tí Sveinur varð skrásettur sum málskjútti. B68 helt á fram at trýsta, men til tíðir bitu Víkingarnir frá sær, men tað gjørdist ongantíð veruliga vandamikið hjá teimum. Tá 41 minuttir vóru leiktir, vann Aleksandur Jensen ein takling á miðvøllinum, spældi til Esmar Clementsen sum síðani sendi Albert Róin avstað, og hann legði væl innfyri, har Bárður Jensen, skoraði til 2-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum.

Seinni hálvleikur líktist fyrra har B68 var omaná, og har Víkingur royndi at bíta frá sær. Tað var eisini líka við, at Víkingur minkaði um munin, tá nakrir fáir minuttir vóru leiktir, men Petur Meinhard Magnussen hevði eina framúr góða bjarging tá teir royndu seg við góðum skoti. Tá eitt korter var leikt av seinna hálvleiki, fekk B68 fríspark í høgru síðu, stutt frá hornaflagginum. Esmar Clementsen sendi væl fyri og har var Pedro hægstur við handaru stong, og stútaði bóltin í málið til 3-0. Stutt seinni fekk liðskiparin hjá Víkingi sítt seinna gula kort, og harvið eisini reytt, tá hann hálaði í blusuna hjá Sveini Justinussen. Nú var eisini alt avgjørt, har B68 spældi seg fram til fleiri góðar atsøknir á Víkinga málið. Seinastu 10 minuttirnar fekk B68 eisini tvey mál afturat, har Esmar Clementsen skoraði bæði málini, eftir tvey framúr góð álop, har Jann Ingi Petersen báðu ferðina, hevði næstseinasta fótin á.

Uttan iva ein sera góður sigur til B68, sum eisini var greitt omaná allan dystin sum heild. Eisini var tað jaligt at B68 fekk 5 mál burturúr teimum umleið 8 stóru málkjansunum, sum B68 leikti seg fram til. Hesi seinastu tvey umførini hevur B68 eisini skorað 11 mál, og tað er eisini ein góður triðingur av teimum málunum, sum B68 hevur skorað higartil. Fram til summarsteðgin hevur B68 6 dystir at leika, har 5 av teimum vera á útivølli, og so er bara vóna, at góða gongdin heldur á fram. Komandi umfar verður um eina viku, har grannarnir úr NSÍ taka ímóti.

Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast við at klikka á slóðina niðanfyri.

http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=18420&pid=50 

Koyr á B68