Dystarfrásøgn: B68 útslitnir

Í dag er kappingini um Løgmanssteypið á skránni, har B68 hevði vitjan av HB á Svangaskarði. Hóast regn vóru góð fótbóltslíkindir, og fitt av fólki eisini, tá dómarin Aron Sofus Vest bríkslaði dystin í gongd. Ein kann ímynda sær, at oddadysturin leygardagin ímóti KÍ hevur nógv at siga fyri B68, tí liðið hjá B68 var munandi broytt frá teimum seinastu dystunum. Jann Ingi Petersen, Johnleif Højgaard og Albert Róin Johannesen eru allir skaddir og vóru tí ikki við í dag, og tað vóru Niklas Joensen og Esmar Clementsen heldur ikki. Svein Justinussen og Pedro Tarancon Anton sótu hinvegin á bonkinum. Ístaðin vóru fleiri ungir við frá byrjan, og tað sama var Ovi Brim og Jóhannus Mikkelsen, sum hevur sín fótbóltsuppvøkstur á Skála, men sum nú er búsitandi á Toftum.

Lat tað bara verða sagt beinanvegin at HB vann ein greiðan 4-0 sigur, men hóast tað, stríddust B68 leikararnir væl allan dystin. B68 fekk annars ein góðan málkjans beinanvegin, tá Otto Reinert Petersen koma at standa væl fyri, men HB verjan fekk bóltin burtur í seinastu løtu. HB setti seg á dystin og trýsti B68 langt aftur, men hóast tað, stóðu B68 leikararnir væl á vøllinum og vardu væl fyri. B68 hinvegin royndi seg uppá snarálop, og viðhvørt var líka við at okkurt kundi spyrjast burturúr, umframt at B68 eisini kom fram til nøkur hornaspørk.

Tað vóru leiktir 32 minuttir tá HB fekk hol á, og tað hendi eftir at B68 hevði verið í álopi, og so gekk skjótt hinvegin, har Adrian Justinussen skoraði. Gongdin var hin sama, men stutt fyri hálvleik fekk HB tvey mál afturat, so at støðan varð 3-0 til HB í hálvleikinum. Fyrst var tað sami Adrian, sum skoraði til 2-0, og síðannMagnus Egilsson, ið skoraði til 3-0 við góðum og hørðum langskoti eftir jørð. Seinni hálvleikur var allur sum hann var, eitt langt álop á B68 málið. HB hevði eisini fitt av málkjansum, men illa gekst at raka málið, umframt at verjan og málverjin hjá B68 stríddust væl fyri hvørjum bólti. Stutt fyri leiklok gekk ikki meir hjá B68, har John Fredriksen skoraði til endaliga úrslitið 4-0 til HB.

Uttan iva ein greiður og fult uppiborin sigur til HB, men kortini nógv rós til B68 leikararnar fyri teirra stríðsvilja. B68 leikar aftur leygardagin, tá oddaliðið KÍ tekur ímóti í Klaksvík.

Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast við at klikka á slóðina niðanfyri

http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=18725&pid=52

Koyr á B68