Dystarfrásøgn: B68 Flongdi ÍF

Leygardagin á Bátafestivalinum, hevði B68 vitjan av ÍF, har liðini høvdu býtt um heimavøll, eftir at dysturin upprunaliga átti at verið leiktur í Fuglafirði. Tað var stórur spenningur undan dystinum, tí bæði B68 og ÍF hava ætlanir um at flyta upp í Betrideildina, og lógu liðini nr. 2 og 3, og ávikavist 4 og 5 stig aftanfyri oddaliðið KÍ, sum hevur vunnið á bæði B68 og ÍF.Veðrið var heldur ikki tað frægasta, vindur og regn, men kortini vóru nakað av fólki komið til dystin, har Bjarki Danielsen var dómari.

Bæði liðið stillaðu mest sum við sterkastu uppstilling, har einans Jonleif Højgaard hjá B68 enn ikki eru spæli førur. Ofta hevur ÍF staðið seg væl ímóti B68, men tað gjørdu teir so ikki hesaferð, har B68 vann ein greiðan 6-1 sigur, sum uttan iva kundi verið uppaftur størri. Kortini leikaði javnt á at byrja við, har bæði liðini leiktu álopsfótbólt, men ikki teir heilt stóru málkjansirnir. ÍF fekk kanska tann allarstørsta, tá fyrrverandi B68 leikarin Dánjal Pauli Højgaard var um at fanga eina afturlegging, men Petur Meinhard Magnussen var vakin, og kom væl út úr málinum, og varð fyrstur á bóltinum.

4 minuttir fyri hálvleik, fekk B68 horna, sum varð sent væl innfyri, og við handaru stong fekk Jóhan Dávur Højgaard stýrt bóltin í málið við lærinum. Bara tveir minuttir seinni var B68 uppá spæl í høgru síðu og enn einaferð var sent væl innfyri, har Esmar Clementsen stútaði bóltin í málið til 2-0, og ein frálíkur endi uppá fyrra hálvleik hjá B68.

Frá byrjan í seinna hálvleiki, setti B68 seg fullkomiliga á dystin, og B68 kom eisini fram til fleiri góðar atsøknir á ÍF málið. Tá 53 minuttir vóru leiktir var Esmar Clementsen aftur uppá spæl, og eftir gott samanspæl við Jann Inga Petersen skoraði Esmar Clementsen til 3-0. Tá eitt korter var leikt av seinna hálvleiki, fekk ÍF horna, og eftir at bólturin hevði ferðast aftur og fram í B68 brotssteiginum, minkaði Hanus Eliasen um munin til 3-1.

B68 var framvegis tað meiri vandamiklari liðið, har B68 eisini kom fram til fleiri góðar málkjansir, og tá 8 minuttir vóru eftir at leika, missa fuglfirðingar bóltin í uppspælinum, har Sveinur Justinussen var sendur avstað, og hann skorðaði trygt til 4-1 til B68, og dysturin var avgjørdur. Men B68 helt á fram við tí góða álopsspælinum og bara tveir minuttir seinni var Jann Ingi Petersen á rætta staðnum og smekkaði bóltin í málið til 5-1 til B68, eftir at Sveinur Justinussen hevði vunnið bóltin av einum heldur passivum ÍF verjuleikara. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk B68 enn eitt mál, og aftur hesaferð var tað Sveinur Justinussen sum var uppá spæl, har hann spældi til ein púra frían Emil Ronaldsson, sum skoraði til endaliga úrslitið 6-1 til B68. Emil var stutt frammanundan skiftur inn.

Uttan iva ein sera góður sigur til B68, sum nú liggur væl fyri í oddinum í 1. Deild, nú ein triðingur er leiktur av kappingini. B68 hevur framvegis 4 stig upp til KÍ, men hevur samstundis lagt ÍF 4 stig afturum seg. B68 skal aftur í eldin um eina viku, tá Víkingur vitjar á Svangaskarði.

Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast við at klikka á linkið niðanfyri.

http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=18416&pid=

Koyr á B68