Dreingir U15 góða byrjan

FSF hevur broyt mest sum allar aldursbólkarnar í teimum yngrudeildunum, og tað vil samstundis siga, at U15 dreingir hjá B68, eru teir somu árgangirnir, sum leiktu við U14 í fjør, har B68 vann B bólkin við Jan Petersen sum venjara. Í ár er tað so nýggi ungdómsvenjarin Filip Frikke Schmidt, sum er venjari hjá U15.

Kappingarleisturin er eisini annarleiðis í ár, har B68 innleiðandi er í B bólkinum, har liðini eru 7 í tali. Leikt verður einaferð ímóti hvørjum øðrum, har vinnarin flytur upp í A bólkin, meðan nr. 2 skal leika upp og niðurflytingardyst ímóti aftasta liðinum í A bólkinum. Í fjør var leikt frá 16 metur til 16 metur, har 9 leikarar vóru á hvørjum lið, og leik tíðin var 2x35 minuttir. Nú verður leikt á heilum vølli, har leikt tíðin er 2x40 minuttir.

Fyrsti dysturin hjá B68 var leiktur leygardagin á útivølli ímóti Skála, sum í fjør endaði á einum 4. plássi í B bólkinum, har B68 ta ferðina vann 2-1 tann umvenda dystin. Hesaferð gekk eisini væl hjá B68, sum vann ein tryggan 3-1 sigur, eftir at støðan var 2-0 í hálvleikinum.

B68 var eisini tað betra liðið allan dystin, har leikararnir eisini spældu væl sína millum. Richard H. De Franca legði B68 á odda tá 10 minuttir vóru leiktir, og tann støðan helt sær til seinasta minutt í fyrra hálvleiki, tá Hjarnar Johansen legði B68 framum 2-0. Sami Hjarnar skoraði til 3-0 tá eitt korter var leikt av seinna hálvleiki, og 10 minuttir fyri leiklok, minkaði Skála um munin til endaliga úrslitið 3-1 til B68. Uttan iva ein sera góð byrjan hjá B68 uppá kappingina.

Komandi viku leika B68 tveir dystir, har báðir verða leiktir á Svangaskarði. Fyrst mikukvøldið kl. 18 ímóti ÍF, og síðani leygardagin ímóti AB.

Liðið hjá B68 ímóti Skála sá soleiðis út.

Svend Danielsen, Hilmar á Regni Højgaard, Heini Fossdalsá, David Olsen, Fríði í Túni Petersen, Aron Reinert Hansen, Dominick Troleis, Jákup Nesá, Richard H. De Franca, Hanus Højgaard, Hjarnar Johansen, Andras Højgaard.

Koyr á B68