Dávur, Atli og Heri vera venjarar hjá U10

U10 dreingir hava fingið tríggjar fantastiskar venjarar í Dávur R. Hansen, Atla F. Johansen og Hera Danielsen. Vit eru sera glað fyri, at teir vilja hjálpa hesum dreingjum við menningini og fótbóltsáhuganum. Hesir, Dávur, Atli og Heri eru menn í kunna skapa eitt gott fótbóltsumhvørvi og kveikja áhugan enn meira hjá hesum ungu dreingjum.


Dávur R. Hansen er skrásettur fyri 46 dystir og 5 mál í vaksnamannadeildini. Fysti dystur hjá Dávur á besta liðinum var í 1992 ímóti GÍ og dysturin endaði 1-5 til GÍ.

Atli F. Johansen, hinvegin hevur ikki havt langa aktiva fótbóltskarrieru, men er ein fantasktiska álítandi og eldhugaður lærari og venjari. Eginleikarnir at læra frá sær, eru framúr góðir og er sera væl dámdur millum dreingirnar.

Heri Danielsen er nýggi maðurin í venjaratoyminum og er skrásettur fyri 20 dystir í vaksnamannadeildini. Heri er málmaður og er partur av bestaliðinum hjá B68.

Dávur og Atli hava báðir tikið B1 venjaraskeið í januar og hvør veit, um hetta er teirra nýggja yrkisleið Heri er bara 18 ára gamal, men hevur eisini B1 venjaraskeið.    


Vit ynskja Dávur, Atla, Hera og U10 bestu eydnu við kappingarárinum 2017


Koyr á B68