Brøðurnir Clementsen skriva undir

Esmar Clementsen hevur verið ein partur av besta liðinum í nøkur ár nú, og vit kenna væl til hansara framúr evnir við einum bólti. Esmar spældi 15 dystir seinasta kappingarár, og fekk 6 mál

16 ára gamli beiggin Karstin Clementsen, spældi við U16 og U18 seinasta kappingarár, og gjørdi tað sera gott. Vit eru sera spent at síggja meir til hann komandi kappingarár. 

Beiggjarnir báðir sum hava spælt øll síni ár hjá B68 hava skriva undir ein sáttmála fyri komandi ár, og tað eru vit ógvuliga fegin um.

Bestu eydnu komandi kappingar.

Koyr á B68!