Birita Nielsen úttikin til landsliðið.

Landsliðsvenjarin hjá kvinnum – Pætur Smith Clementsen – hevur úttikið teir 22 leikararnar, sum 10. apríl, skulu leika HM undankappingar dyst ímóti Íslandi á Tórsvølli. Úr B68 er ein leikari úttikin, er talan er um 19 ára gomlu Biritu Nielsen, sum frammanundan hevur leikt 5 A landsdystir, umframt at hon eisini hevur drúgvar royndir á U17 og U19 landsliðinum.

Tað var fyri einum góðum ári síðani, at Birita Nielsen setti seg sjálva á føroyska fótbólskortið, tá hon í hennara allarfyrsta landsdysti, skoraði sigurmálið, tá Føroyar vann 2-1 á Montenegro í undankappingini til bólkaspælið til júst hesa HM undankapping. Síðani tá hevur hon mest sum havt fast pláss í miðverjuni á landsliðinum.

Birita er annars bæði stór og sterk, og vinnur eisini teir flestu luftbóltarnar. Umframt at vera liðskipari, er hon eisini ein sympatiskur leiðari, sum viðleikararnir eisini síggja upp til. Síðani hon byrjaði at leika fótbólt, hevur hon mest sum altíð leikt sum svipari.

Herfrá ynskja vit Biritu Nielsen hjartaliga til lukku við úttøkuni og góða eydnu við landsdystinum.

Koyr á B68