Birita Nielsen úttikin til A landsliðið

Í døgunum 6. til 11. apríl, skal føroyska A landsliðið hjá kvinnum á heimavølli leika innleiðandi undankapping til HM, sum verður í Fraklandi í 2019. Landsliðsvenjarin Pætur Clementsen hevur úttikið tann føroyska hópin, sum telur 20 leikarar, og harímillum er sum kunnugt 17 ára gamla Birita Nielsen úr B68.

Birita, sum er verjuleikari, er bæði stór og sterk, og vinnur eisini teir flestu luftbóltarnar. Umframt at vera liðskipari, er hon eisini ein sympatiskur leiðari, sum viðleikararnir síggja upp til. Síðani hon byrjaði at leika fótbólt, hevur hon mest sum altíð leikt sum svipari, umframt at hon eisini hevur drúgvar royndir á bæði U17 og U19 landsliðinum.

Føroyar eru annars í bólki 4, har mótstøðuliðini eru Luksemborg, Montenegro og Turkaland. Turkaland er eisini mettur at verða favorittur at vinna bólkin, men eftirsum tað verður leikt í Føroyum, mugu Føroyar eisini metast, at hava ein góðan møguleika, at leika seg víðari. Seinast innleiðandi kapping var til HM, eydnaðist tað Føroyum at vinna sín bólk, har Montenegro eisini var í bólkinum. Tað eru 4 innleiðandi bólkar, har vinnarin av hvørjum bólki, umframt tann besti 2’arin leika seg víðari til sjálva undankappingina.

Herfrá ynskja vit Biritu Nielsen hjartaliga til lukku við úttøkuni.

Koyr á B68