Basarur og Tombola leygardagin

Leygarkvøldið kl. 19.00, verður Basarur og Tombola í B68 húsinum á Svangskarði, og nú tað stundar ímóti kommunuvalinum, kemur tað eisini at seta sín dám á kvøldið.

Valevnini verða til staðar, og tey koma eisini at draga hjólið, umframt at tey eisini koma at siga nøkur orð.

Hóskvøldið og fríggjakvøldið frá kl. 19 til 21. verður tað gjørligt at lata vinningar til bæði Basarin og Tombola.

Vónandi fáa vit øll eitt sera hugnaligt kvøld saman leygarkvøldið.

Koyr á B68