B68 sigraði í yvirtíðini

Í góðveðrinum í dag, vóru teir næstbestu hjá Skála á vitjan hjá B68 á Svangaskarði. Á tíðindafundinum áðrenn dystin, segði B68 venjarin Bill MC Leod Jacobsen, at B68 fóru frá fyrsta bríksl at pressa høgt uppi á vøllinum. Næstbesta liðið hjá Skála, er eisini eitt lið, sum B68 eigur og skal vinna á, um B68 skal gera seg galdandi í ár. Jann Ingi Petersen og Jonleif Højgaard vóru ikki við vegna skaða, og tí varð Jóhan Dávur Højgaard fluttur fram á miðvøllin, meðan Niklas Joensen leikti í miðverjuni í staðin.

Fitt av fólki var aftur til dystin í dag, tá Bent Tommi Linklett bríkslaði í gongd. B68 legði eisini beinanvegin stórt trýst á Skála, og tað gav eisini úrslit longu í 5. Minutti. Eftir eitt gott álop, sendi ein eyðsýndur Petur í Túni Petersen bóltin væl innfyri, og har var Esmar Clementsen staddur, og hann skoraði eisini til 1-0 til B68. B68 helt eisini á fram at trýsta, og B68 komu eisini fram til fleiri góðar málkjansir, men illa gekst við at raka málið. Hinvegin hevði Skála ikki so nógv at bjóða uppá, men teir høvdu kortini fitt av deyðbóltum, sum kortini einki spurdist burturúr. Tað var eisini einaferð líka við at ein skálamaður gjørdist fríur eftir eitt snarálop, men Albert Róin Johannesen fekk taklað í seinastu løtu. Støðan var eisini harvið 1-0 til B68 í hálvleikinum, har B68 var klárt tað betra liðið.

Í seinna hálvleiki megnaði B68 ikki at trýsta uppá sama hátt, men kortini megnaði man at halda Skála burtur frá tí heilt stóra. Fyrrverandi B68 leikarin Poul N. Pouslen hevði eitt gott langskot, sum Petur Meinhard Magnussen fekk vart fyri til horna. Tá so minni enn eitt korter var eftir at leika, høvdu skálamenn eitt snarálop, har ein B68 verjuleikari glíður ið tí hann skal skjóta bóltin burtur, og ein skálamaður kom at standa væl fyri, men Petur Meinhard stórbjargaði skotinum út til horna. Eftirfylgjandi var verjuleikarin hjá Skála Arnhold Berg hægstur og stútaði hornasparkið í málið til 1-1. Ikki uppiborið, men tað eru altso málini, sum telja.

B68 kastaði nú alt fram fyri at fáa sigursmálið, men hóast góðar atsøknir gekk ikki so væl at raka málið. Allan dystin vóru B68 leikararnir mest sum eitt fet frammanfyri Skála leikararnar, og tað kom eisini til sjóndar tá tíðin var farin, har Skála gjørdi eitt heldur klossut fríspark. Albert Róin Johannsen sendi væl innfyri, og har var spaniólin Pedro Tarancon Anton hægstur og stútaði bóltin ímóti málinum. Fyrst fekk Skála málverjin vart fyri, men Pedro var fyrstur á retur bóltinum og skoraði til 2-1, har Skála málverjin varð skrásettur fyri at gera sjálvmál. Tað hendi ikki nógv afturat, og B68 vann fult uppiborið ein tepran sigur. B68 leikararnir stríddust eisini mannliga í dag, har nógv gekk ígjøgnum ein sera kvikan Esmar Clementsen.

Nú 4 umfør eru leikt í 1. Deild, er eisini tætt í oddinum, har KÍ og NSÍ eru fremst við 10 stigum, meðan B68 og Víkingur hava 9 stig, og ÍF hevur 7 stig. B68 leikar aftur komandi leygardag, tá Giza Hoyvík vitjar á Svangaskarði.

Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast við at klikka á slóðina niðanfyri

http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=18392&pid=50

Koyr á B68