B68 sett høvuðsungdómsvenjara

Seinasta àrið hevur Øssur Hansen rikið starvið sum høvuðsungdómsvenjari. Øssur er nú farin í starv
hjá FSF sum fótbóltsmennari, har hann fer at takað sær av U15 landsliðinum.


Ungdómsnevndin hevur, síðan kappingin endaði, støðugt arbeitt við at seta venjarir til fótbóltsárið 2017.
Vit byrjað so við at kunngera Poul Helga sum høvuðsungdómsvenjara.


Poul Helgi hevur lokið B-prógv, og er farin íholt við A-venjara útbúgvingina. Poul Helgi hevur fyrr sitið á
hesum venjarastarvið, men seinastu árini hevur hann tikið sær av U17 gentum og 1.deild kvinnum hjá B68


Ungdómsnevndin er sera fegin, um at hava fingið Poul Helga, at leiða og hjálpa okkara felagið, venjarum og serliga spælarum.


Vit ynskja Poul Helga bestu eydnu í starvinum sum høvuðsungdómsvenjari hjá B68.