B68 gjørt nýggjan klædnasáttmála

Í gjár skrivaðu B68 og Motus Sport undir nýggjan klædnasáttmála. Eftir at hava brúkt Jako í nøkur ár, hava vit gjørt eina 2 ára avtalu við Motus Sport og skifta tí til Joma komandi kappingarár. Hetta er ein avtala, ið bæði starvsnevnd og ungdómsnevnd eru glað fyri.

Meira verður at frætta seinni, um hvar klæðini kunna keypast, og hvussu tey koma at síggja út. 
Koyr á B68!