Steypakappingarnar í yngru deildunum

Lutakast hevur nú verið um hvussu spælast skal í steypakappingunum hjá kvinnum og í teimum yngru deildunum.

Í steypakappingini hjá kvinnum luttaka vit ikki. Meira um hetta seinni.

Tað er tó at frøast um, at vit hava umboðan í øllum steypakappingunum hjá yngru deildunum.

Unglingarnir leggja teir til brots longu 14. mars, tá tríggir dystir eru í fyrsta umfar í kappingini um Thomas Dam & Co. steypið. B68 skal tá á heimavølli møta EB/Streymi, sum hesi seinnu árini mestsum á hvørjum ári hevur haft eitt heilt gott unglingalið. Okkara plaga tó heldur ikki at smæðast burtur, so vónandi fara teir at geva felagsliðnum úr sundalagnum skarpan gang. Vinna vit tann dystin, so verður mótstøðuliðið í fjórðingsfinaluni annaðhvørt Skála ella Vagaliðið (felagslið hjá FS Vágar 2004 (SÍF) og MB) á heimavølli tann 25. mars.

Í kappingini um Blaðberasteypið hjá dreingjum er fyrsta umfar leygardagin 17. mars, og hjá okkum er Skála á skránni á heimavølli. Eftir at hava verið í einum aldudali í nøkur ár, tykist Skála at hava fingið høvdið fyri seg aftur í yngru deildunum, og hetta verður tí neyvan nakar lættur dystur. Vinnarin møtir annaðhvørt steypavinnarunum frá í fjør, KÍ ella FS Vágar 2004 í fjórðingsfinaluni 5. apríl.

Í smádreingjadeildini verður kappast um Cadburysteypið, og eisini har er fyrsta umfar 17. mars. Mótstøðuliðið hjá okkum er MB/SÍ á heimavølli, og vinna vit er mótstøðuliðið HB á útivølli í fjórðingsfinaluni 5. apríl.

Í kappingini um Mótasteypið í gentudeildini er fyrsta umfar 25. mars og fjórðingsfinalurnar 31. mars. Okkara gentur koma ikki við fyrr enn í fjórðingsfinalunum, og mótsøðuliðið har er EB/Streymur á útivølli.

Í smágentudeildini byrjar steypakappingin um tað sokallaða Niels L. Arge steypið ikki fyrr enn 21. apríl, tá áttandapartsfinalur eru á skránni. Og her hevur lutakastið lagað tað so, at vit skulu møta grannunum úr NSÍ á heimavølli. Vinnarin skal í fjórðingsfinaluni 28. apríl møta antin SÍF ella VB/Sumba á útivølli.