Ein óvanligur venjingardystur

Nógv var gjørt burturúr dystinum, tí 100 ár eru liðin síðani farið varð at spæla fótbólt í Cartagena. (Mynd: FSF.fo)

Fyri aðru ferð á venjingarleguni í La Manga fór føroyska landsliðið í gjárkvøldið av vøllinum uttan at hava skorað í sjálvum dystinum. Í gjárkvøldið var venjingardysturin móti spanska liðnum Cartagena, ið spælir í triðbestu deildini. Hann endaði málleysur 0-0.

Sum skilst var landsliðsvenjarin serliga væl nøgdur við verjupartin, har Fróði Benjaminsen og Rasmus Nolsøe spældu ein góðan dyst í miðverjuni. Á miðvøllinum gekk spælið eisini rímiliga væl, men sum skilst skapti føroyska liðið ikki teir stóru málmøguleikarnar. Mánakvøldið spældi landsliðið móti finska 1. deildarliðnum Turku. Finska liðið vann 1-0 við máli, ið kom í endanum av dystinum.

Annars varð nógv gjørt burtur úr dystinum millum Føroyar og Cartagena í gjárkvøldið, tí hann varð spældur í sambandi við, at 100 ár eru liðin síðani farið varð at spæla fótbólt í býnum. Cartagena spælir sum sagt í 3. deild, men sum skilst var liðið til henda dystin styrkt við fleiri leikarum, sum hava uppruna í hesum økinum, men nú spæla aðra staðni í hægri deildum.

Cartagena er ein av høvuðsbýunum í landspartinum Murcia, og sum í so nógvum øðrum útjaðaraøkjum, so eru har rættiliga nógv loysingarsinnaði fólk. Tí hevur onkustaðni verið róð fram undir, at talan her var um ein rættiligan landsdyst millum tvey av heimsins minstu londum. Og tað man ikki hava gjørt áhugan fyri dystinum minni!

Heimasíðan hjá FSF skrivar, at karmarnir um dystin vóru einastandandi og at áskoðararnir vóru umleið 12.000 í tali.

Og hóast hvørki av liðunum megnaði at fáa hol á í sjálvum dystinum, so vunnu Føroyar tó dystin tá saman um kom, tí hann varð avgjørdur við brotssparkskapping. Steyp varð latið í sambandi við 100 ára haldið og tí skuldi vinnari finnast. Brotssparkskappingin endaði 6-5 til Føroyar.

Føroysku eykaleikararnir og leiðararnir fylgja spentir gongdini í brotssparkskappingini. Maðurin við myndatólinum er Hans Erik Danielsen. (Mynd: FSF.fo)

Toftamaðurin Hans Erik Danielsen, ið er við á ferðini í Spania sum upptøkumaður, tók dystin móti finska liðnum upp fyri Fótbóltssambandið. Men í gjárkvøldið var eitt heilt sjónvarpslið og tók upp, tí dysturin varð vístur beinleiðis í sjónvarpi. Tí tók Hans Erik ístaðin upp av ymiskum føroyskum spælarum. Hesar upptøkur skulu venjararnir so brúka í teirra arbeiði.

â??Eg gekk runt um vøllin og tók upp. Tað var ein heilt ótrúligur hýrur á áskoðarunum. Hvørja ferð eitt brotsspark varð skotið, var larmurin ótrúligur. Hetta var stuttligt og sera intenst. Ein heilt óvanligur venjingardystur,â? sigur Hans Erik í fartelefonini úr La Manga.

Seinasti dysturin á ferðini hjá landsliðnum í La Manga verður leygardagin móti svenska 1. deildarliðnum Kalmar FF. Ferðalagið verður aftur í Føroyum sunnukvøldið.

Við føroyska liðnum í gjárkvøldið spældu: Jákup Mikkelsen - Atli Danielsen, Fróði Benjaminsen, Rasmus Nolsøe, Marni Djurhuus (45. Mortan úr Hørg) - Jákup á Borg (70. Símun Samuelsen), Mikkjal Thomassen, Sámal Joensen (45. Tem Hansen), Hans Pauli Samuelsen (45. Jónhard Frederiksberg) - Christian Høgni Jacobsen (45. Christian Lamhauge Holst), Andrew av Fløtum (45. Rógvi Jacobsen).

Eftir brotssparkskappingina fekk føroyski liðskiparin, Jákup Mikkelsen handa steypið, sum mest líktiskt einum undirvatnsbáti...og aftur er Hans Erik á blettinum við myndatólinum (uttast til høgru á myndini) (Mynd: FSF.fo)