Dreingirnir taptu grannadyst

Leygardagin kl. 17 spældu dreingjaliðini hjá B68 og NSÍa vinardyst á Svangaskarði. Dysturin endaði við 2-0 sigri til NSÍ, eftir at støðan í hálvleikinum var 1-0.

NSÍ hevði bóltin nakað meira, men B68-liðið kempaði væl, og sum heild hekk liðið eisini heilt væl saman, serliga í fyrra hálvleiki. Teir hildu eisini tætt heilt til beint áðrenn farið varð til hálvleiks. Tá 39 minuttir vóru farnir løgdu runavíkingar seg á odda 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan. Seinna málið kom tá 62 minuttir vóru leiktir, tá verjan hjá okkum ikki fekk ruddað bóltin burtur.

Hóast tapið, var hetta samanumtikið ein góður venjingadystur hjá okkum. Ikki minst tá hugsa verður um, at NSÍ vanliga hevur eitt sera sterkt dreingjalið. Nevnast kann til dømis, at ein av leikarunum á NSÍ-liðnum, Viljórmur Davidsen, júst hevur undirskriva ungdómssáttmála við danska superliga-felagið OB.

Stutt sagt, ein fínur dystur móti einum góðum NSÍ liði, sum helst fer at spæla í meistarabólkinum í ár.

Manningin hjá B68: Remi Langgaard, Jákup Debus Hansen, Ramon Højgaard, Arnhold Davisen, Oskar Poulsen, Dávur Emil Gaardlykke, Bjarki Johannesen, Andri Gerðisá, Uni Djurhuus, Jóhan Petur Petersen, Niklas Davisen, Fróði Jóhannesen, Jógvan Ingvard Hansen, Eli Frederiksberg.
Hesir vóru ikki við í dag: Jóhan Símun Edmundsson, Ólavur Tausen, Julian Olsen.
Venjari: Johnleif Gerðisá