9. umfar á skránni

Leygardagin er seinasti dysturin í fyrsta triðinginum av landskappingini í 1. Deild hjá monnum á skránni, har ÍF vitjar á Toftum. Dysturin skuldi eftir ætlan verið leiktur í Fuglafirði, men av tí at tað er Bátafestivalur á Toftum leygardagin, hava B68 og ÍF valt at skifta heimavøll.

B68 og ÍF hava tað í ár til felags, at bæði liðini stríðast fyri uppflyting til Betrideildina, har B68 er nr. 2 við 18 stigum, meðan ÍF á triðjaplássinum hevur 17 stig. Um hendan støðan heldur sær til kappingin er liðug, flyta bæði B68 og ÍF upp, men sum vit sóu tað við B68 í fjør, kann alt henda. Beint í hølunum á B68 og ÍF liggur NSÍ, og teir kunnu saktans arga nógv í ár, líka sum tað er við KÍ, sum liggur 4 stig fremst í 1. Deild.

Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 15, og vónandi møta B68 fjepparar fjølmentir upp at heppa á teir Reyðu.

Koyr á B68