8. umfar á skránni

Leygardagin er nýtt umfar á skránni í 1. Deild, har B68 skal á vitjan hjá KÍ í Klaksvík, sum í fjør syrgdi fyri, at B68 ikki megnaði at flyta upp, við at enda frammanfyri B68. Tað koyrir eisini væl hjá KÍ higartil, sum aftaná 7 umfør er fremst í 1. Deild við 19 stigum, eitt fleiri enn B68 á øðrum plássi. KÍ leikti javnleik í tí fyrsta dystinum, sum var ímót NSÍ, og síðani tá hava teir vunnið allar dystirnar, har teir m.a. vunnu í Fuglafirði ímóti ÍF. Tí er lítið at ivast í at B68 fær tað torført í Klaksvík.

Hjá B68 skal góða gongdin halda á fram, har B68 hevur vunnið teir seinastu 5 dystirnar, allar teprar eisini. Gott nokk tapti B68 ímóti HB í kappingini um Løgmanssteypið, men tað er nú eisini ein heilt onnur kapping. Hjá B68 gera skaðar seg framvegis um seg, og ímóti HB sótu Esmar Clementsen og Albert Róin Johannesen uttanfyri við skaða, og teir eru eisini ógvuliga ivasamir til dystin. Hinvegin gongur framá hjá Jann Inga Petersen, sum møguliga verður klárur til dystin.

Men tað verður altso kl. 18.00 at bríksla verður í gongd, og vónandi møta B68 fjepparar fjølment upp við Djúpumýru, at heppa á teir Reyðu.

Koyr á B68