7. umfar á skránni

Leygardagin kl. 15 er 1. Deildar fótbóltur aftur á skránni, tá grannarnir úr NSÍ vitja á Svangaskarði. NSÍ hevur eisini fingið eina góða byrjan uppá kappingina, og aftaná tey fyrstu 6 umførini, liggur NSÍ nr. 2 við 16 stigum, sum er tað sama, sum oddaliðið KÍ hevur og tað er 1 stig fleiri enn B68, sum er nr. 3. Tað sær eisini gott út hjá NSÍ við fólki, og tá tað gongur væl hjá besta liðnum, plagar tað eisini at síggjast aftur hjá næstbesta liðinum, líka sum tað er hjá NSÍ í ár.

Eftir 4 teprar sigar á rað, skal B68 royna at halda á fram við sigursrøðini, men tað verður ikki lætt, og tað sóu vit eisini ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi, men seinast vann B68 á teimum næstbestu hjá HB. Tá man eisini skal leika ímóti einum slíkum liðið, er ofta ringt at meta um áðrenn, tí man veit ongantíð hvat hinir koma við. Men B68 skal bara spæla sítt spæl, og fara inn á vøllin fyri at vinna dystin.

Tað verður altso kl. 15.00 at Rani Skaalum bríkslar dystin í gongd, og vónandi verða tað fleiri B68 fjepparar, sum møta upp á Svangaskarði at heppa á teir Reyðu.

Koyr á B68