6. umfar á skránni

Eftir tríggjar heimadystir har rað, har B68 sum kunnugt vann teir allar, skal B68 leygardagin royna seg á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá HB. HB hevur higartil fingið 6 stig, har teir hava vunnið á Skála og felagsliðinum úr Suðri, meðan teir hinvegin hava tapt tepurt ímóti KÍ, NSÍ og Víkingi. Tað er eisini altíð líka torført at meta um ein slíkan dyst áðrenn, tí man veit mest sum ongantíð hvør mótstøðan verður, tí viðhvørt eru fleiri leikarar úr besta liðinum við.

Eftir tríggjar heima sigrar á rað, skal góða gongdin helst halda á fram, men tað verður tó uttan iva ein torførur dyst hjá B68. Í fjør tapti B68 eisini tveir av trimum dystum ímóti HB, men nú er eitt nýtt kappingarár, har tað gamla er farið. Tað er eisini óvist hvussu liðið hjá B68 kemur at síggja út ímorgin, tí leikara hópurin hevur higartil verið hart raktur av skaðum. Men vit vóna sjálvandi tað besta ímorgin, og vóna eisini at fleiri B68 fjepparar møta upp í Gundadali at heppa á B68.

Dysturin verður sum sagt leiktur á ovara vølli í Gundadali, har Dagfinn Forná bríkslar í gongd kl. 15.00.

Koyr á B68