5. umfar á skránni

Í morgin, leygardagin 7. apríl, er 5. umfar á skránni í 1. Deild, har Giza Hoyvík vitjar á Svangaskarði.

Mótstøðuliðið hjá B68 Giza Hoyvík er eitt áhugavert navn í høvuðsstaðnum, har teir við framtíðini í huga, hava ætlanir um at flyta upp í bestu deildina. Liðið hoyrir eisini heima í Hoyvík og við nýggjum heimavølli í einum bústaðarøki, sum er skjótt vaksandi, kann man eisini rokna við, at tað kemur at síggja gott út hjá teimum. Í fjør fingu teir eisini góð úrslit hjá teimum yngru liðunum, har m.a. dreingir U12 vunnu FM.

Giza er annars tað gamla NÍF úr Nólsoy, meðan Hoyvík er tað gamla Fram, sum seinast í 70’unum gav B68 digga mótstøðu í 2. Deild, sum táverandi næstbesta deildin varð kallað. Her kann eitt nú nevnast, at Fram vann 2. Deild í 1976, bara eitt stig frammanfyri B68.

Higartil í ár hava Giza Hoyvík fingið tvey stig, har tað eina var ímóti ÍF, og sum tað hevur ljóðað, ætla teir fyrst og fremst at stabilisera seg í 1. Deild áðrenn teir seta hægri mál. Venjari hjá Giza Hoyvík er Áki Johansen, sum annars hevur verið nógv venjari hjá ymiskum ungdómslandsliðum. Tveir fyrrverandi B68 framherjar eru eisini at finna í Giza Hoyvík, og teir eru Ahmed Keita, sum leikti við B68 frá 2008 til og við 2012. Síðani er tað klaksvíkingurin Jósup Henriksen, sum leikti við B68 í 2007.

Hjá B68 skal góða gongdin á Svangaskarði halda á fram, har B68 higartil hevur vunnið allir tríggjar heimadystirnar. Men sum vit sóu tað ímóti B71 og Skála, so eru teir flestu dystirnir torførir, og tá Giza Hoyvík megnar at geva ÍF harða mótstøðu, koma teir uttan iva eisini at bíta frá sær ímorgin. Giza Hoyvík megnaði eisini at vinna seinast teir vitaðu á Svangaskarði í landskappingini í 1. Deild. Hópurin hjá B68 hevur eisini higartil verður hart raktur av skaðum, og vit fáa at síggja ímorgin, hvussu liðið kemur at síggja út, við vón um tað besta.

Koyr á B68