4. umfar á skránni

Í morgin, leygardagin 31. mars, er 4. umfar á skránni í 1. Deild, har teir næstbestu hjá Skála eru á vitjan á Svangaskarði.

Skála hevði eitt framúr gott ár í fjør, har besta liðið endaði nr. 6, í bestu deildini, meðan teir næstbestu endaðu nr. 2 í 2. Deild, og fluttu harvið upp í 1. Deild saman við B71. Higartil hevur Skála fingið 3 stig, og tað var í greiðum 5-1 sigri á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá TB/FCS/Royn. Síðani hava teir tapt tepurt á heimavølli ímóti HB og Víkingi.

Fyri B68 skal góðan gongdin frá seinasta dysti halda fram, har B68 vann tepurt 2-1 á B71. Higartil hevur B68 hópurin eisini verður raktur skaðum, har nakrir leikarar enn ikki hava verið í dysti, og nøkur ivamál eru eisini ímorgin, men vit vóna tað besta.

Tað verður altso kl. 16, at Bent Tommy Linklett kemur at bríksla dystin ígongd, og vónandi verða tað eisini nógvir B68 fjepparar at síggja kring vøllin, líka sum vit hava sæð tað í undanfarnu dystum.

Koyr á B68