(Mynd: Dronedirector við Simon Nordendal.)

3. umfar á skránni

Í morgin, leygardagin kl. 16, skal B68 aftur í eldin, tá B71 vitjar á Svangaskarði. B71 er líka sum B68 eitt av bara 4 liðum, sum hava møguleika at flyta upp í Betri Deildina. Hini bæði liðini eru ÍF og Giza/Hoyvík. B71 er eisini líka sum B68, eitt lið við ríkari søgu, men eisini hevur tað hilnast illa hjá teimum hesi seinnu árini, og hava teir eisini meiri enn tað einu ferðina, verið og vent í 2. Deild.

B71, sum í fjør flutti upp í 1. Deild, hava higartil annars fingið eina hampiliga byrjan uppá kappingina í 1. Deild. Í fyrsta dystinum vunnu teir á útivølli ímóti Giza/Hoyvík, og seinasta vikuskiftið taptu teir tepurt ímóti ÍF. Venjari hjá B71 í ár, er 35 ára gamli Símun Hansen, sum eisini er leikandi venjari, og hann er heldur ikki hvør sum helt. Umframt B71, har hann eisini hevur sínar røtur, hevur hann eisini roynt seg í HB, AB, B36 og Víkingi.

Eftir knúsandi sigurin á Suðuroyingum í fyrsta dystinum, kom B68 niður aftur á jørðina, tá Víkingur seinasta vikuskiftið, vann greitt á B68. Men nú er ein nýggjur dystur á skránni, og hjá B68 eru leikarar, sum ikki vóru við seinast, við at verða klárir aftur. Rættiliga fitt av B68 fjepparum hava eisini møtt upp at heppa á B68 hesar báðar dystirnar og tað vóna vit sjálvandi eisini í morgin.

Góðan dyst og Koyr á B68